Valevni til ársaðalfundin 2019

Í samband við aðalfundin 2019 skulu vit við hesum boða frá, at freistin at stilla upp til nevndina er úti.

Tveir nevndarsessir skulu veljast, og áðrenn freistin var úti stillaðu tvey valevni upp. Annað valevnið er Valborg Hammer, og hon verður vald uttan atkvøðugreiðslu.

Hitt valevnið valdi at trekkja sína uppstilling aftur eftir at freistin var farin.

Tískil skal boðast frá, at á aðalfundininum 30. mars tekur 1. valdi eykalimur sæti í nevndini.