Viðgerði arbeiðsvikuna

Endiliga er eitt uppskot um at stytta arbeiðsvikuna komið í Løgtingið. Hetta hava limirnir í Føroya Pedagogfelag eftirlýst í fleiri ár. Ígjøgnum fleiri sáttmálasamráðingar hevur ikki eydnast at koma á mál við hesum. 

Tað eru fyrimunir og vansar í øllum broytingum. Í fjølmiðlunum hevur verið borið fram, at hetta er ein kostnaðarmikil broyting. Men rokniarkið leggur ikki upp fyri øllum umstøðum í hesum roknistykki. Eitt nú vísa fleiri granskingar og royndir á, at við niðursettari arbeiðstíð gerst arbeiðstíðin effektivari, og sama úrslit sæst á botnlinjuni.

Harafturat skal takast við, at betri javnvág millum familjulív og arbeiðslív, er viðvirkandi til at minka um strongd og aðrar lívsstíl/fylgisjúkur. Strongd er ein vaksandi trupulleiki á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum. Í nýggjari kanning millum limirnar hjá Føroya Pedagogfelag svara um 14%, at tey innanfyri seinastu 12 mánaðirnar hava verið hjá lækna vegna illgruna um strongd.

Vit vilja tí heita á Landsstýrið og Føroya Løgting, um av geva uppskotinum um at stytta arbeiðsvikuna veruliga viðgerð. 

FØROYA PEDAGOGFELAG