VILJA HAVA GREIÐU Á IVASPURNINGUM UM KORONU

Nú koronufarsóttin aftur hevur tikið dik á seg í samfelagnum, eru nakrir tilburðir staðfestir á stovnum undir Almannaverkinum. Hetta, ið var ringast hugsandi støða, er nú veruleiki. Eisini hjá starvsfólkum á kommunalum dagstovnum eru tilburðir staðfestir.

Meðan tað er lætt at lata vøggustovur og barnagarðar aftur, er Almannaverkið í einari serstøðu – tað er ikki møguligt at lata allar stovnar aftur, ella at umskipa gerandisdagin stórvegis, á øllum stovnum.

Nú hava kommunurnar boðað frá, at frá mánadegnun 17. august lata flestu dagstovnarnir uppaftur. Tí hevur Føroya Pedagogfelag sent arbeiðsgevarunum fyri størsta partin av námsfrøðiliga arbeiðsøkinum fyrispurningar um, hvussu arbeiðið verður skipað, fyri at minka um vandan, at stovnar gerast smittukeldur.

* Verða starvsfólkini vegleidd av heilsufakligu myndugleikanum um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, serliga í mun til, at smittutrýstið er nógv størri nú, enn tað var í vár?

* Hvussu gera Almannaverkið og kommunurmar, um starvsfólk verða send í sóttarhald og stovnurin framvegis skal vera opin?

* Almannaverkið: Verður vaktarskipanin broytt? Her verður hugsað um, um starvsfólk t.d. skulu arbeiða uppá skift í toymum ella líknandi.

* Kommunurnar: Fara kommunurnar at hava tilmeldingarskipan, soleiðis, at tað ber til at skipa arbeiðið neyvt eftir barnatalinum? Her verður m.a. hugsað um, um starvsfólk t.d. skulu arbeiða uppá skift í toymum ella líknandi.

* Hvør tekur sær av eyka reingerðini á stovnunum, soleiðis, at reinførið fylgir heilsufakligu tilmælunum og starvsfólkini fáa útint sítt arbeiði við borgarunum/børnunum, uttan at koma í størri smittuvanda? Hervið verður m.a. hugsað um, um Almannaverkið/kommunurnar játta stovnunum eyka pening/tímar til slíka reingerð?

Hetta hevur í nógvar mátar verið ein trupul tíð fyri øll í samfelagnum. Smittan er ókend og enn er óvist, hvussu hon ferðast millum fólk.

Vit fara tí til seinast at heita á allar limir felagsins, og øllum annars at fylgja teimum tilráðingunum, ið heilsumyndugleikarnir koma við.

FØROYA PEDAGOGFELAG