Vit vilja reisa okkara yrkisøki

ODDAGREIN – Jógvan Philbrow, formaður, skrivar.

Samráðingar standa nú fyri framman, og hóast vit eiga at lata væl at, tí tónarnir frá politisku myndugleikunum eru góðir og jaligir – við lyftum um lønarlyft – so er spurningurin, á hvønn hátt hendan vælvildin kemur til sjóndar, tá avtornar, og pengarnir skulu á borðið.

Vit hava fyrr fingið gylt lyfti, har politikararnir aftaná hava roynt at drigið væl og virðiliga í land aftur. Teir batar, vit fyrr hava fingið, hava tíverri kravt harðar samráðingar, seming og stríðsstig, áðrenn komið varð á mál. Vit fara sjálvandi at gera okkara til, at samráðingarnar á hesum sinni ganga so siðiliga og væl, sum gjørligt.

Vit fara til samráðingarborðið við einari ætlan fyri, hvussu økið veruliga kann reisa seg í kappingini um starvsfólk og gera tað meira áhugavert at útbúgva seg, tað veri seg til námsfrøðing ella til námsfrøðishjálpara.

Tað eru nógv øki, ið eru dragnað afturúr, og nakrar tillagingar mugu gerast fyri at fáa viðurskiftini í rættlag aftur.

Vit eru greið um, at tað pínir fíggjarstøðuna hjá nógvum, at lønarviðurskiftini ikki verða dagførd nóg skjótt. Korini eru trong, sum er, og tá ein lønarhækking ikki kemur, tá hon eigur, gerst støðan ikki betur. Einki fakfelag á almanna arbeiðsmarknaðinum tykist tó megna at fáa samrátt seg liðugt til tíðina, og fleiri feløg bíða eftir, at fáa síni viðurskifti upp á pláss. Hví so er, eru helst fleiri meiningar um, men nógv bendir á, at mótparturin ikki setur neyðuga orkuna av til endamálið.

Alt er tó ikki bara samráðingar – á fakliga mótinum eru eisini broytingar. Pedagogfelagið er farið í gongd við at gera poddvarpssendingar, Námsvarpið, og Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur, er vertur. Vit hava longu fingið tríggjar partar út, og tann triði er á gáttini. Námsvarpið er at finna á heimasíðu felagsins.

Fyrst í september var eisini ein stórhending í námsfrøðiligari gransking í Føroyum, tá Greta Jiménez vardi sína ph.d. ritgerð á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, DPU. Heitið á ritgerðini er “At “reika” i den færøske daginstitution”. Í ritgerðini fáa vit innlit í partar av tí, ið tykist eyðmerkja dagstovnanámsfrøðina í Føroyum. Tit finna eisini eitt leinki til ritgerðina á heimasíðuni hjá okkum.

Vit vænta, at nógv meira verður at hoyra um ritgerðina og granskingina hjá Gretu í framtíðini. Ein onnur stórhending er umberingin frá donsku stjórnini til teirra, ið vóru flutt í vardar bústaðir og stovnar í tíðarskeiðnum 1933 til 1980. Ímillum teirra vóru fleiri føroyingar, sum vóru fluttir í fremmant umhvørvi undir ókendum umstøðum, og har fleiri teirra síðani vórðu fyri svíki, harðskapi og øðrum ágangi.

Umberingin kemur sum ein viðurkenning av, at staturin ella samfelagið hevur givið hesum menniskjum skeiva og óvirðiliga viðferð. Ein áminning um, at vit sum samfelag altíð mugu stremba eftir at bøta um tænasturnar til okkara veikastu borgarar.

Pedagogblaðið tekur hesaferð í stóran mun fatur í útbúgvingarnar fyri námsfrøðiliga øki, serliga tvørrandi samanspælið ímillum námsfrøðihjálparaútbúgvingina á Heilsuskúlanum í Hovi, sum nú hevur trý ár á baki, og sjálva námsfrøðingaútbúgvingina á Setrinum, har upptøkukapasiteturin nú er tvífaldaður.

Les alt Pedagogblaðið HER.