Nikkil Heinesen bjóðar seg fram til enn eitt skeið í nevndini í Pedagogfelagnum. Hann hevur brúkt nógva orku upp á miðling og sjónliggerð av felagnum og námsfrøðiliga fakinum, og millum hjartamálini eru eisini betri lønarkor, fyrireikingartíð, arbeiðsumhvørvi og eitt nýtt felagshús

Eg eiti Nikkil Heinesen, varð útbúgvin námsfrøðingur í 2012 og arbeiði í Frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum í Hoyvík. Í 2015 var eg fyrstu ferð valdur í nevndina, og havi eg seinastu tvey árini verið næstformaður í felagnum. Eg eri giftur, vit eiga tvey børn, og tað triðja er á veg.

Nú standi eg so aftur fyri valið, og vil eg her nema við nøkur av hjartamálunum, sum eg haldi, at felagið eigur at arbeiða við.

Skulu seta dagsskránna

Pedagogfelagið er og skal verða samhaldsfast. Eitt fakfelag fyri øll námsfrøðilig starvsfólk. Tí eitt stórt og sterkt felag stendur seg í fakfelagsstríðnum mótvegis arbeiðsgevarunum og fær veitt limunum góðar tænastur.

Tá eg kom í nevndina í 2015, var eg varugur við, at felagið ikki hevði ein skipaðan miðlapolitikk. Heimasíðan var gomul, og sera sjáldan vóru greinar í almenna rúminum, ið viðgjørdu námsfrøðiliga økið.

Ferð var tí sett á at útvega nýggja heimasíðu, og miðlafólk var sett. Eg bjóðaði meg í 2018 at átaka mær uppgávuna at røkja og dagføra heimasíðu og Facebook-vanga, og havi eg havt ábyrgdina av hesum síðani.

Í 2020 eydnaðist endiliga at blása nýtt lív í Pedagogblaðið. Tað hevur stóran týdning, at vit hava ein fakligan, námsfrøðiligan pall, sum talar tykkara søk, setir dagskránna og kann kveikja áhugan hjá øðrum miðlum at taka námsfrøðilig viðurskifti upp til umrøðu og viðgerð.

Verði eg afturvaldur, vil eg framhaldandi arbeiða fyri, at felagið skal vera sjónligt, og at Pedagogblaðið eisini gerst ein tíðindaportalur á alnótini við viðkomandi greinum.

Arbeiðsumhvørvið

Vit síggja í kanningum, at 80 prosent av limunum arbeiða niðursetta tíð, og nógv støðast ikki leingi í sama arbeiði. Á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum eru nøkur viðurskifti, ið skulu endurskoðast, so at vit fáa betri arbeiðsumhvørvi.

Tað eru nøkur viðurskiftið, sum vit mugu loysa alt fyri eitt við samráðingarborðið. Her kann eg nevna fyrireikingartíð, styttri arbeiðsviku og møguleikan at fara niður í tíð uttan lønarmiss, tá ein nærkast eftirlønaraldri. Eisini eigur at vera hugt eftir møguleikanum at fáa umsorganardagar – dagar, sum einstaklingurin brúkar til umsorgan fyri sær og sínum.

Verði eg valdur aftur í nevndina, farið eg framvegis at arbeiða fyri, at vit fáa skipanir ið veruliga muna, soleiðis at tað verður lættari at gerast gamal á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum.

Fyrireikingartíð

Allir námsfrøðingar skulu hava minst 12,5 prosent av setanarbrøkinum til fyrireikingartíð. Sum fakfólk er tíðin komin, at vit krevja at fáa betri møguleika at virka fakliga.

Arbeiðsgevarin skal, serliga á kommunala økinum, játta nógv meiri pening til økið, soleiðis at fíggjarligt rásarúm verður fyri, at vit starvsfólk kunnu hava skipaða tíð at gera tað neyðuga námsfrøðiliga fyrireikingar- og eftirmetingararbeiði, sum krevst.

Nýtt felagshús

Nú er nokk tosað. Føroya Pedagogfelag skal hava nýtt felagshús. Eitt útvent og opið hús, sum verður eitt fakligt savningarstað. Her skulu allir limir kenna seg heima. Eitt hús, sum limir eisini kunnu nýta til føðingardagar, konfirmasjónir og líknandi.

Verði eg valdur í nevndina, farið eg at virka fyri einum nýggjum felagshúsi, og at allir limir kunnu kenna eitt tilknýti til okkara felag.

Stríðist fyri øll

Nevnd felagsins er vald at umboða allar limir. Eg havi alla tíðina eftir besta førimuni roynt at vera røddin hjá hvørjum einasta limi.

Úrslitini hesi seks árini tala fyri seg. Hyggja vit at byrjanarlønini hjá hjálparfólkum, so er hon hækkað við átta prosentum og endalønin við sjey prosentum. Byrjanarlønin hjá námsfrøðingum er hækkað við sjey prosentum og endalønin við 13,5 prosentum. Hetta eru úrslit, sum vit hava rokkið síðani 2015, og eru hetta søguliga góð úrslit.

Tá vit hava verið við á norðurlendskum fundum, øvunda onnur norðurlond okkum okkara úrslit. Okkara svar til hesi er tó, at vit eru ikki komin á mál enn. Lønin skal hækka nógv meiri, og hesum vil eg sjálvandi arbeiða fyri.

Til seinastu samráðingar fingu nakrir kommunalir dagstovnaleiðarar eisini eitt munandi lønarlyft, sum var eitt tiltrongt úrslit í allar mátar.

Veljið úrslit

Eg vil enda við eini tøkk. Tað hevur verið mær ein heiður at umboða allar limir felagsins í fakfelagsarbeiðinum hesi seks árini, eg havi havt sæti  í nevndini. Takk fyri álitið og møguleikan. Takk fyri tær mongu kveikjandi vitjanirnar, ið eg havi verið á kring alt landið.

Sýna tit mær álit at halda fram í arbeiðinum, lovi eg, at mín partur ikki skal liggja eftir í nøkrum.

Veljið úrslit, veljið Nikkil.

Gott val.

Nikkil Heinesen, námsfrøðingur
valevni til nevndina