Website Runavíkar kommunuskúli
Søkt verður eftir:
- einum stuðli at byrja 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu og til 19. juni 2025. Talan er um eitt parttíðarstarv sum stuðul í einum skúlaflokki í miðdeildini (lønarbrot 0,75)
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
- duga væl at samstarva og samskifta
- eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
- eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- vilja rúma ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið
Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 3-9.
Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. november 2024 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á
tlf. 477332 & 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 506 næmingar, av hesum eru 55 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo
To apply for this job email your details to rks@skulin.fo