Dupultsong

Hygg nú var hon hvít og rein
lat seg í so fína
segði tú og hugdi út
og farið er at skýma…

men tú ert eisini rein sum snjó
og hárið fagurt glansar
varrarna sum hjartablóð
og allar kenslur dansa

– hóast kavin liggur tjúkkur nú
yvir bø og ong
so er tað sum í tropunum
í okkara dupultsong

Tað sum dagur ikki sá
kann náttin ofta hoyra
segði tú og streyk mær blítt
og beyt meg lætt í oyra

– hóast kavin liggur tjúkkur nú…

Dagar fáa ofta rós
tá sól til viða fer
men tú mín góða
ikki fyrr enn morgun aftur er

– hóast kavin liggur tjúkkur nú…