Eins og áarstreymur rennur

Eins og áarstreymur rennur 
vallar hugurin hjá mær,
og í barmi mínum brennur 
longsil út um bygdagarð;
Eg vil skoða villar víddir, 
eg vil njóta sól og vind! 
Fagurt hagin nú er skrýddur, 
lætt fer lot um fjallatind.

Felagar, tit pjøkan takið, 
kom í hagan burt við mær, 
vendi bygdini so bakið
– móti okkum sólin lær. 
Hoyrið fuglaljóð í haga, 
síggið seyðafylgi mong,
dýr og menniskju seg gleða: 
Trív tí í ein vallarsong.

Tá ið eftir dagsins hita 
kaldligt lot um víddir fer, 
snípan letur okkum vita, 
at tað hvíldarstund nú er, 
og tá fara vit í tjaldið,
og vit sova sælan blund, 
inntil náttin missir valdið
á tí snimmu morgunstund.