Eitt sunnukvøld í plantaguni

Eitt sunnukvøld í plantasjuni,  har sita tvey lið um lið: ein genta og ein drongur,  nei, nú orki eg ikki longur.  Eg aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni.

Tey tosa um stjørnur og mána  sita eina løtur og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk – tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.

Hetta aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni.

O, góða, o, góða, kom og set teg her hjá mær!

O, góða, o, góða, kom nú, meðan slett ongin sær.

Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður,

:/: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær  so fitt, so fitt :/:

Eg fjaldur undir greinunum lá  fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein,  so tað runt um plantasjuna hvein tað var hetta, sum gjørdi tey kløkk – eitt sunnukvøld  í plantasjuni.

O, góða…