Eros

Vilt tú ikki sita her
eina løtu nú hjá mær
:,: so eg kann kína og kyssa teg
og vera tær so nær. :,:

Nú býurin skjótt sova skal
og myrkrið biður góða nátt
:,: legg teg bara her so væl
fevn og kroyst mín kropp. :,:

Vit gloyma dagsins strev
í morgin er aftur frídagur
og Eros so loyndarfullur lær
bara hann okkum sær.

Nú sólin sendur geislar inn
í eina lítla lon so veik
:,: har liggja tvey saman balla skinn
eftir ástarleik :,:

Um vit gloyma dagsins stríð
geva hvørjum øðrum tíð
kann Eros ikki halda frí
tað leggur hann einki í.

Tú mást ei fara heim í kvøld
verð nú her hjá mær, hjá mær
:,: so eg kann merkja tín mjúka kropp
heilt nær at mær. :,: