Góð ráð ella óráð – Ein kona er skapt til at vaska upp

Ein kona er skapt til at vaska upp
og ganga manninum til handa,
tit menn, tí lýðið á hesi ráð,
so koma tit ik í vanda.

Um børnini mola at gólvið út,
og tit ongan støvsúgvara eiga,
so minst til at lyfta beinini upp,
til konan er liðug at feia.

Er gólvið skitið – tað er viðhvørt –
og sæst ikki longur gjøgnum rútin,
so vís henni at tú galantur ert,
og rætt henni spannina og klútin.

Tá upp skal reiðast og luftast út,
og klæðini skulu verða vaskað,
tá far eina løtu úr seingini,
so sigur hon: Hygg, hatta raska!

Og tá ið heingjast skal út á snór
– ein uppgáva av teimum nemmu –
tá vís, at tú ert engasjeraður,
statt klárur við einari klemmu.

Tá konan hevur gjørt døgurða,
tú sýnir títt sanna virði,
tú fert á føtur og harkar hart
og skrúðar so plátuna fyri.

Ja, konur elska ein slíkan mann,
tað vita teir flestu av royndum;
so kennur tú trongd at rudda ein dag,
so ger tað – men ger tað í loyndum.