Herbergið

Vit eru heimleysir, Og vit hava ongar pengar.
Renna runt í Havnini, Sum nakrir ólukku fangar
Fólk tey flenna, tá vit koma framvið. Aldrin er tað nakar, sum situr við okkara lið.

Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina heila madrass í part.
Vit gingu einaferð í skúla, Men har hava vit einki lært.
Vit búgva á Herberginum. Vit hava eitt heilt jogurt í part.
Vit dugdu einaferð at arbeiða, Men nú hava vit gloymt alt,
Sum vit hava lært,
Sum vit hava lært.

Her eru grønlendarir. Tað kemur ein nýggjur hvørt ár.
Og teir verða genspleisaðir, tá eggini eru klár.
Ja ja, fólk tey flenna, tá teir koma framvið.
Aldrin er tað nakar, sum situr við teirra lið.

Jaja.

Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina heila madrass í part.
Vit gingu einaferð í skúla, men har hava vit einki lært.
Vit búgva á Herberginum. Vit hava eitt heilt jogurt í part.
Vit dugdu jú einaferð at arbeiða, men nú hava vit gloymt alt
sum vit hava lært, sum vit hava lært,
sum vit hava lært, sum vit hava lært.