Í góðum veðri hann dyrgdi

Í góðum  veðri hann dyrgdi 
heilt uppi við Eystfalssker;
og heima sat mamman og syrgdi, 
so boysin tann pilturin er.
Men seinni hann fór út at trola 
og legði so langt út á hav,
har stórir sjógvar teir skola 
og snýsa so mangt omanav.

Í Skotlandi seldu teir fiskin,
har fekk hann ein góðan vin, 
hon stóð har og flenti við diskin 
har suðri í Aberdeen.
Tá átti hann peningar nógvar, 
og hartil var lyndið lætt,
og henni so keypti hann skógvar 
og hartil ein reyðan hatt.

Men brátt mundi gentan hann narra, 
tað tók honum dygt og tætt.
Á havinum riturnar karra 
og flúgva úr ætt í ætt.
Tá var tað, hann skifti hýru 
at slíta tey trongu bond
og sigldi við Óla á Mýru 
heilt suður í onnur lond.

So var tað ein dagin, teir lógu 
við brúnna í Singapore,
eina føroyska skútu teir sóu, 
og skiparin kom umborð.
Tá stóð hann og longdist og syrgdi, 
so lítil var vorðin verð.
Hann mintist til drongin sum dyrgdi 
heilt uppi við Eystfalssker.

Har frammi teir gjørdu eitt gildi, 
og har fór mangt glasið í sor; 
men tá ið teir heim aftur hildu, 
var drongurin við umborð.
Teir bógvaðu gjøgnum monsunin, 
og ofta var ódnin hørð;
men altíð so áttu teir munin 
og komu á Skálafjørð.

So róði hann sær til Havnar, 
og mamman fekk silkistakk. 
Ja, so gera slíkir stavnar,
sum sigla og liggja bakk. 
Hann húsini bræddi og girdi, 
so vøkur tann lonin er.

– Í góðum  veðri hann dyrgdi har uppi við Eystfalsker