Mítt hjarta pumpar

Mítt hjarta pumpar fyri tær
blóðið gjøgnum æðrarnar hjá mær,
og trýstið er so høgt, so tað forslær,
tá mítt hjartað pumpar fyri tær.

Ja, fyrstu ferð tá ið eg sá teg,
blivu beinini hjá mær sum gelé,
tey vildu næstan ikki bera meg,
eins og tey vassaðu í lambafrikassé.

Eg aldrin gloymi okkar’ fyrsta prát,
tú meg eggjaði, títt freka apparát,
tú tosaði bert um “be-frugtsalat”
so eg rodnaði og bleiv sum ein tomat.

Og mítt hjarta pumpar…

Men tað var gott, tú valdi meg til mann
tí øll mín smædni fyri tær forsvann,
í tær, ja, lukkuna eg fann,
so nú flóti eg, eg aldrin søkka kann.

Tí mítt hjarta pumpar….