Niklas hjá Pena

Eg eiti Niklas hjá Pena, 
og eg eri fjøruti ár,
mín kona er Marin Malena, 
hon fylti trýss í gjár;
tó eg elski Marin Malenu,
– helst tá hon ei er í nánd –
eg næstan aldri meg veni 
undir hennara jarnhørðu hond.

Fyrstu ferð eg kendi, 
at hon ein gívur var,
var brúdleypsdagin:
Hon brendi rúsdrekkakortið hjá mær.
Tá skuldi eg aldri havt talað, 
tí klovan hon langaði mær
í skallan, so alt fór at mala
– á, Marin Malena hjá mær.

Eg tori ei síðan at siga 
annað enn: Góða hjá mær.
Hvat ið hon enn man meg biðja, 
so fær hon sama svar.
Biður hon meg vaska blæður 
ella klóra á rygginum sær, 
svari eg fúsur og glaður:
Ja, elskaða Marin hjá mær.

Um Marilyn Monroe segði:
„Niklas, eg eri so køld”,
hugtungur svarað eg hevði:
„Eg tori ikki í kvøld.
So høgt eg enn man seta
viðgitna krovið á tær;
eg noyðist tó hægri at meta
Marin Malenu hjá mær”.

Nú kunnu tit kanska halda 
at tað er so synd í mær,
men ein er sum øllum man valda. 
Hann hjálpir nokk eisini mær.
– Tí man eg aldri meg vena, 
um enn hon dúgliga goyr, 
mín elskaða Marin Malena,
– eg veit, at hon einaferð doyr.