Sára (eityr genta mín)

Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað.
Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag.
Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt,
og so dugir hon so sera væl at kóka Peri greyt.

:,:O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað.:,:
Sára seymar blóðmørsindur  – eltir garnatálg. 

Hon er so von og tekkilig, og so er hon so fjálg. 
Hon bindur troyggjur, vøttir mær
og lappar hvørja spjørr,
og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr.

:,:O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað.:,:

Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld. 
O, Sára! Sára! Sára mín, – o, sum tú tá var køld. 
Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong;
og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong.

:,:O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað.:,:

Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín,
tá skalt tú vera brúðarklødd, so føgur og so fín.
Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn;
tann fyrsti lítli sprellibassin, hann skal eita Finn!

:,:O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað.:,: