Sildavalsurin

Skútur brátt stevna av firði út, 
ta norðhavssild at fanga. 
Skiparin rópar um stýrhúsrút:
„Hey, latið springið ganga!” 
Koyrir so á motorin,
snotilig skútan er vorðin.
Setur so kós í ein landnyðring,
loggið bert snurrar ein sólarring.
Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar.
„Gerið  nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú setast skal!”

Setan var góð, væl teir fingu í 
á fimtan favna dýpi.
Gørnini fimti teir settu út, 
av tunnum verður knípið. 
Avhøvda flestu og gelda,
aðrir teir salta og skelda. 
Kokkurin gamli tó glaður er,
„komið nú allir og skaffið her, 
borðiskin havi eg djúpan,
kom, fá tykkum sildasúpan,
hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!”

Sigla so inn aftur leygarkvøld, 
teir glaðir munnu sjunga. 
Harmonikan áður so deyð sum sild, 
man út í dansin runga.
Ruski og polski har snurra,
norðmenn og sviar sum murra. 
Har er bert ruðul og eingin kós, 
stúgvandi fult eins og sild í dós. 
Har eru sildaknassar,
umframt teir sildabassar,
sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.