Sirkus Tinganes

Gongur tú og melur og onki veit tær at gera
og dagurin tykist langur sum vera man
Er tann fíggjarliga byrðan ov tung at bera
eg veit ein stað, ið tú ókeypis sleppa kann.

Pallurin er tann størsti í okkara landi
eitt undarligt show teir vísa fyri tær,
Men óttast ei, tí har er ongin vandi
tí heilasellurnar verða ei brúktar har.

So tak tú hendurnar úr lummanum hjá tær
og kom ein túr í Tinganes við mær:
Vælkomin í Sirkus Tinganes
vælkomin í Sirkus Tinganes.
Ja, kom ein túr við mær, so skal eg vísa tær;
hvat ið gongur fyri seg úti har.
Har finnast klovnar í hópatal,
teir, ið tú valdi til síðsta val.
Ja teir hugna sær, tað skal eg siga tær,
men ofta gloyma teir, hví teir eru har.

Tað finnast akrobatar ið byggja luftkastellir
við reyv í báðum endum so man blívur púra paff.
Og ulkur ið grava undirsjóvartunellir
og floyta ein langan á fólksins paragraff.

So tak tú…