Sjeikurin

Hon liggur har í songini við dýnu uppundir øs
Eg spyrji, “tú hvat bagir tær, tú gjørt meg heilt nervøs”
Hon svarar ikki fyrr enn eg spyrji einaferð aftrat
So smílist hon so droymandi og sigur, “veitst tú hvat?”

Tú skuldi hitt hann
Ein sjeik so fittan
Hann er lekkrasta pettið sum finnst her á jørð
Tað allarbesta – Eg eri um at bresta
Um eg ikki skjótt síggi hann so verði eg ør

Ja eg verði púra ør – So púra ør

Hon hoppar út úr songini og dansar alt hon kann
Úr ørminum ósjónliga er dreymurin hon fann
Hon leggur ikki merki til mín tí hon er so glað
Hon dansar og hon syngur og eg sníki meg avstað

Tú skuldi hitt hann
Ein sjeik so fittan
Hann er lekkrasta pettið sum finnst her á jørð
Tað allarbesta – Eg eri um at bresta
Um eg ikki skjótt síggi hann so verði eg ør

Ja eg verði púra ør – So púra ør