Til jóla tá pápi kemur heim

1 Pápi mín er stýrimaður siglir saltan sjógv,
roynir undir Grønlandi og fiskar bara nógv.
Mamma stýrir heima, og hon røkir góðs og fæ,
tá vit ikki akta, hon bert syngur hetta lag.

Niðurlag
Tað verða aðrir bollar, tá pápi kemur heim,
pápi kemur heim, pápi kemur heim.
Tað verða aðrir bollar, tá pápi kemur heim.
Til jóla, tá pápi kemur heim.

2 Mamma elti jólabreyð, hon gjørdist ikki blíð,
breyðið gekk og vaks, og eg skal siga tykkum hví.
hevði koyrt í deiggið alt ov nógva pressuger.
Mamma sang tá niðurlagið minst í trý korter.

3 Í dag var eg til handils, og vit keyptu jólastás.
Mamma keypti sodavatn og eina stóra gás.
Eg við rakiknívinum hjá pápa sundurskar
gásina, og mamma rópti: Hey, hvat gerst tú har!

4 Mamma klipti okkum, brúkti trimmara og saks.
Úrslitið tað minti mest um gamalt rossafaks.
Men tá beiggi klipti kettuni og lítla Snar,
gjørdist mamma ill og rópti: Gud, tú hjálpi mær!

5 Rokast vit um jólini, tað er eitt tógvið stríð,
tó vit ynskja okkum eina stilla jólatíð.
Fekk eg eini friðarjól, eg hevði verið glað,
nú eg hoyri mammu syngja sama niðurlag