Útbúgvingarpolitikkur – hvør er yvirskipaða kósin

At øll umsorganarfakini hava avbjóðingar við at fáa umsøkjarar til ymsu útbúgvingarnar er eingin loyna, hetta hevur verið gongdin seinastu árini, í londunum rundan um okkum eins væl og her heima, og soleiðis er eisini við námsfrøðiútbúgvingini á Setrinum.

Síðan 2023 hevur Setrið bjóða lestrarpláss til 2 flokkar. Tíverri hevur umsøkjararatalið ikki verið nøktandi, og tí hava tey ikki fingið sett 2 flokkar. Í fjør vóru 57 umsóknir til at lesa námsfrøði, og 44 fóru undir lestur. Í ár fingu 54 bjóðað lestrarpláss, harav 41 tóku av. Talið fellur so spakuliga, hóast tørvurin á námsfrøðingum er alstórur og møguleikin at fáa fast starv hareftir. Í ár varð sostatt enn einaferð afturgongd í umsøkjaratalinum, hetta hóast vit við seinastu samráðing fingu væl uppá grundlønina. Ein nýútbúgvin námsfrøðingur fær 1. apríl 2025 eina byrjunarløn á 32.262,59kr, og eina endaløn á 40.813,83kr. Hetta er sjálvandi eitt sindur ørkymlandi, men hinvegin vita vit, at tað tekur tíð at venda eini neiligari gongd, og at møguliga orsøkin til fallandi umsøkjaratalið er, at tað er ov stutt fráliðið, síðani nýggi sáttmálin varð undirskrivaður, og at virknaðurin av hesum tí enn ikki hevur gjørt seg galdandi. Vit eru fullgreið yvir, at vit framhaldandi hava nógv at arbeiða við, tí okkara sáttmáli krevur enn nógvar batar viðvíkjandi lønar- og arbeiðsviðurskiftum. Vit kunnu tó staðfesta, at grundlønin hjá námsfrøðingum er somikið batnað, at hon liggur á sama støði sum grundlønin hjá øðrum fakbólkum vit samanbera okkum við. Tað sum liggur fyri framman, eru ásetingar í viðbótum og arbeiðstíðarreglar á øllum okkara økjum. Sigast skal, at vit støðugt arbeiða við at loysa hesi mál.

Útbúgvingarleistur – er nakar leistur

Men fara vit aftur til sjálva útbúgvingina – ella til ta meira yvirskipaðu og politisku hugsanina um sjálva námsfrøðiligu útbúgvingina, so er lítil og eingin kós, heldur hinvegin tykist stórt óskil valda á økinum.

Vit hava, øllum kunnugt, eina sera góða og fakliga sterka Bachelor útbúgving, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út á hvørjum ári.

Í aug. 2020 byrjaðu fyrstu Námsfrøðihjálpararnir á Heilsuskúla Føroya. Í fyrstu atløgu eitt gott og neyðugt initiativ, men tá til stykkis kom, vísti tað seg, at tey av hesum nýútbúnu, sum ynsktu at lesa víðari til námsfrøðing, ikki fingu møguleikan, uttan so at hesi fara til Danmarkar. Útbúgvingin á Heilsuskúla Føroya gevur nevniliga ikki atgongd til Setrið. Ein skandala, og ein óumhugsað lappaloysn, tí sjálvandi skal útbúgvingin geva atgongd til at lesa víðari til námsfrøðing. Eitt mál, vit avgjørt mugu gera nakað við. Tað kann ikki verða rætt, at vit skipa okkara útbúgvingarleist soleiðis, at vit beinleiðis útflyta okkara egna tilfeingi. Vit hava allarbestu umstøður á okkara egna Setri, og alneyðugan tørv á øllum teimum fakfólkum, vit kunnu fáa til økið. Hetta eiga vit, saman við landsins myndugleikum at loysa skjótast gjørligt. Eg ynski, at Føroya Pedagogfelag, í samstarvi við Setrið og politiska myndugleikan, finna eina loysn, soleiðis at námsfrøðihjálparaútbúgvingin sum skjótast fer at geva atgongd til Setrið. Útyvir tað, eri eg, sum forkvinna, av tí fatan, at tá námsfrøðihjálparaútbúgvingin einaferð kemur at geva atgongd til víðari lestur í Føroyum, eigur man samstundis at skipa eina deild fyri lesandi á sjálvum Setrinum, saman við teimum, sum frammanundan lesa námsfrøði. Hetta fer at økja um umsøkjaratalið, og samstundis eisini um talið av teimum, sum ynskja at lesa víðari. Vit vita fullvæl, at eitt fakliga kveikjandi lestrarumhvørvi fer at seta gongd á rekruteringina, og økja um talið av teimum, sum fara at útbúgva seg til námsfrøðing í framtíðini. Ein onnur avbjóðing við Heilsuskúlanum er uttan iva, at hesin er í Suðuroynni, tí hetta ger tað trupult fyri lesandi, sum eiga børn og hava húsalán at gjalda. Tað er ein byrða at flyta børn, og hava dupult húsarhald undir lesnaði, har tú skalt liva av studningi. Eftir tølunum av nýútbúnum námsfrøðihjálparum, og út frá tí tey lesandi, ella tey, sum kundu hugsað sær at lisið, siga um staðsetingina, so er hetta í øllum førum ein sterk ábending. Allarhelst vildu vit fingið fleiri umsøkjarar til útbúgvingina, um staðsetingin var á meginøkinum. Í alt eru 24 námsfrøðihjálparar útbúnir síðan aug. 2020.

Meritt – rætta kósin ella vandakós.

Eitt annað áhugavert rák er eisini farin at vísa seg innan útbúgving á námsfrøðiliga økinum.

Í aug. 2023 tók Tórshavnar kommuna stig til at seta gongd í eina Meritt útbúgving, í samstarvi við Via Universitetið í Viborg – ein meritt, ið telur 140 ECTS stig. Til samanbering kann sigast, at Bachelorútbúgivngin á Fróðskaparsetur Føroya telur 240 ECTS stig. Og í seinastu viku frættist tíðindi um, at Runavíkar kommuna fer undir sama leist sum Tórshavnar kommuna.

Sjálvt initiativið skilji eg væl, tí veruleikin er, at dagstovnaøkið bløðir og hevur alstóran tørv á at fáa fleiri fakfólk til arbeiðis. Men eg undrist yvir, at man ikki velur at fara í samstarv við tað, sum frammanundan er og virkar væl í okkara egna landi. Og eg undrist yvir, at politiska skipanin ikki kemur meira upp á banan, og arbeiðir fyri, at hesi fólk kunnu blíva útbúgvin í egnum landi. Vit hava karmarnar, vit hava vitanina. Vit skulu bara skipa okkum betur. Tað er nærliggjandi, at Fróðskaparsetur Føroya skal skipa eina slíka meritt undir somu lonum, sum húsar námsfrøðihjálparum og bachelorum í námsvísund –  alt á einum stað. Tað er mín sannførda hugsan. Eitt slíkt lestrarumhvørvi vildi verið kveikjandi og skapandi, við okkara egna sermerkta føroyska eyðkenni sum stýringsamboð. Og harvið vildu vit eisini økt um gransking og granskingarmøguleikar, og um tørvin á lærarastørvum á okkara egna Setri.