Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Áhugabólkur: Dagstovnanámsfrøði í Føroyum

26/02/2020 @ 19:00 - 21:00

Tíðindaskriv frá áhugabólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum.

Kom og verið við á fyrsta limatiltakinum hjá áhugabólkinum ‘Dagstovnanámsfrøði í Føroyum.’

Vit fara til Kvívíkar, á Dagstovnin Áarlon, mikukvøldið 26. feb. frá kl.19 til 21.
Gunnvá Edvardsdóttir og Dina Split fara at tosa um tankar í teirra námsfrøðiliga arbeiði.
Eftir hetta er “orðið frítt”, og øll fáa møguleikan at seta orð á sínar tankar og vitan út frá upplegginum og út frá okkara gerandis námsfrøði, soleiðis sum vit kenna námsfrøðina í Føroyum.

Óluvá Zachariasen tíðindakvinna fer at vera “fluga á vegginum” og snikka tankarnir sum koma fram, til eina námsfrøðiliga grein.

Tiltakið er fyri limir í áhugabólkinum. Limagjaldið er 100,-kr um árið og skal gjaldast á konto 9181 – 539.294.4 í Betri banka. Viðmerk navnið tá goldið verður. Til ber eisini at melda seg til áhugabólkin, á tiltakinum í Kvívík.
Tilmelding til tiktakið fer fram við at senda ein t-post til dagstovnanamsfrodi@gmail.com áðrenn týsdagin 25. feb. Møguligt er eisini at venda sær til nevndina
Edda tlf. 51 91 97
Alma tlf. 50 54 40
Ingerð tlf. 26 46 17
Jóna tlf. 27 25 45
Elin tlf. 50 99 75

Vinarliga
Nevndin í áhugabólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum

Details

Date:
26/02/2020
Time:
19:00 - 21:00

Organizer

Dagatovnanámsfrøði í Føroyum