Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Aktións- og upplýsingargrunnurin freist 1. oktober

01/10/2022 @ 08:00 - 17:00

Reglur fyri veitan av stuðuli úr Aktións- og Upplýsingargrunninum

FELAGSINS AKTIÓNS- OG UPPLÝSINGARGRUNNUR Føroya Pedagogfelag hevur ein grunn, nevndan “Aktións- og Upplýsingargrunnurin.”

Sambært reglugerðini fyri grunnin er endamálið at stuðla limum felagsins undir aktión/verkfalli.

Harumframt at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Mannagongd fyri at søkja um stuðul úr A&U grunninum: Hvør kann søkja um stuðul úr grunninum?
Limir í Føroya Pedagogfelag kunnu søkja um stuðul úr A&U grunninum.

Hvat virksemi kann vera stuðlað úr A&U grunninum?
Virksemi, sum er við til granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Nær kann søkjast úr grunninum?
Søkjast kann 3 ferðir um árið, 1. februar, 1. juni,  og 1. oktober.

Nevndin hittist fyrsta mánadag eftir, at umsóknarfreistin er farin.
Umsøkjararnir fáa svar upp á umsóknina umleið hálvan í tí mánaðinum, søkt verður í.

Hvussu søkir man úr grunninum?
Umsóknin skal stílast til A&U grunnin:
Føroya Pedagogfelag,
Tungugøta 1
FO-100 Tórshavn
ella pedagog@pedagogfelag.fo.

Í umsóknini skal vera ein nágreinilig frágreiðing um, hvat verður søkt stuðul til, og ein kostnaðarmeting skal vera løgd við. Nevndin fyri A&U grunnin kann áseta ávísar treytir fyri at veita stuðul úr grunninum.

Nevndin fyri A&U grunnin: Nevndin er mannað við 3 limum. Einum nevndarlimi, sum nevndin í Føroya Pedagogfelag velur, einum álitisfólki frá dagstovnaøkinum og einum álitisfólki frá serøkinum, sum álitisfólkini velja.

Nevndarlimirnir sita fyri eitt ár í senn. Álitisfólkini velja síni umboð til nevndina fyri grunnin á fyrsta álitisfólkafundi eftir aðalfundin.

Details

Date:
01/10/2022
Time:
08:00 - 17:00