Eitt rættvíst og virðiligt lønarlag

Fremsta uppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, eins og hjá øllum hinum í Landsstýrinum má vera at virka fyri einum sunnum samfelag.

Sjáldsama hugsjónarleyst og ikki sørt undrunarsamt at hoyra teir báðar politisku viðmerkjararnar, Jóannes Ejdesgaard og Bjarna Djurholm í Breddanum 10. juni 2020 viðmerkja, at fremsta uppgávan hjá einum landsstýrismanni í fíggjarmálum er at halda lønarútreiðslurnar niðri. 

Ivaleyst eri eg góðtrúgvin.

Eg havi hildið, at eitt Landsstýrið hevði til uppgávu at royna at stýra landinum soleiðis, at hugsjónirnar hjá Løgtinginum, okkara fólkavaldu, um eitt betri samfelag bleiv útint. Sjálvandi í samsvarið við poitisku hugsjónirnar, ið hava vunnið og funnið sær ein meiriluta í tinginum.

Tað er tó kanska ikki so løgið, at eingin munur tykist vera á høgra- og vinstrapolitikki í Føroyum, tá ið fyrrverandi oddamaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Ejdesgaard og Bjarni Djurholm, fyrrverandi tingmaður hjá Fólkafólkflokkinum so týðiliga siga, at aðalendamálið hjá Fíggjarmálaráðnum er at halda útreiðslunum niðri. 

Um koronakreppan hevur víst okkum nakað sum helst um búskap er tað, at fyrimunir eru í at hava ein vælvirkandi almennan geira, og at hesin geiri eisini er við til at skapa “stabilitet” í inntøkugrundarlagnum, bæði hjá tí almenna, men so sanniliga eisini hjá tí privata, sum eisini hevur inntøkur frá tí almenna og keypiorkuna hjá alment settum. 

Halda vit fram við at pína og seta niður á alment sett, serliga innan okkara kjarnuvælferðarveitingar, tað vil siga innan heilsuøkið, umsorganarøkið við okkara elstu, við teimum, ið tørva námsfrøðiliga hjálp at megna lívið, teimum sjúku o.s.v., so verður skjótt eingin sum tímir at arbeiða innan hesi øki. Hesir fakbólkar kenna seg longu fyri missmuni, tí tey skulu renna skjótari og skjótari uttan at arbeiðsumstøður og lønin fylgir við. Sjálvt uttan korona hevði tað verði ein katastrofa at gjørt tað minni hugaligt at arbeiða innan hesi øki.

Er fremsta uppgávan hjá einum fíggjarmálaráðharra at halda almennu lønarútreiðslunum niðri?

Er tað samsvarandi “aðalmálið at varetaka áhugamálini hjá landskassanum”, soleiðis sum fyrrverandi politikkarin segði?

Eg ivist – betur hevði verið at tryggjað, at lønarlagið var rættvíst og virðiligt, soleiðis, at vit tryggja at kjarnuvælferðartænastur til allar tíðir kunnu virkað væl, og verið lokkandi fyri tey best skikkaðu fólkini til júst hesar uppgávurnar. Tað kostar í lønarkrónum, og tað tænir fólkaheilsu, vælveru og trivnaði, og skapar samstundis ein ávísan stabilitet í landsbúskapin, serliga tá ið ótryggleikin er stórur í einum stórum parti av privatu vinnuni.

Vónandi vilja politikkarar annað enn at halda aftur.

Um málið bara er at halda aftur, er nokk ikki neyðugt við politikkarum ella landsstýrisfólki.

Tryggið teimum, ið hava røkt kjarnuvælferðartænasturnar góð og virðilig kor. Vit vita, at uttan teirra vælvild og teirra arbeiði, hevði staðið illa til í Føroyum í dag.