Skrá sambært lógum felagsins

g.g. at freistin at lata inn tilfar til aðalfundin er 1. februar.

  • Bílegg kamar á Hotel Føroyum

    Ynskir tú at bíleggja kamar á Hotel Føroyum til aðalfundin, so er at brúka avsláttarkoduna “Pedagog”.

    Kotan er galdandi frá 2-3 mars 2024, so leingi kømur eru tøk.

    Til ber at bíleggja bæði við og uttan morgunmat.

    Tað er sera umráðandi at øll ið ynskja at fáa avsláttur brúka koduna tá tey bíleggja sær kømur. 

    Avslátturin er: 20%. https://hotelforoyar.fo/

  • Skráset teg til aðalfundin 2. mars 2024

    Her kann tú skráseta teg til aðafundin 2024. – BORÐHALDIÐ ER FULT TEKNAÐ.

    Tá tú hevur skrásett teg, fært tú kvittan frá skipanini á teldupostin tú hevur skráset. (Hygg í spam/uønsket mail) – um tú ikki móttekur kvittan, kann tað vera at feilur er í teldupostinum hjá tær.

    Tá limaskapurin er kannaður fært tú váttan frá pedagog@pedagogfelag.fo, svarið kemur umleið eina viku áðrenn aðalfundin.

    Øll sum hava goldið limagjald í januar 2024 eru skráset sum limir.

  • Aðalfundur 2024

    Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum  

    2. mars 2024 

    Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni  www.pedagogfelag.fo  

    Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk.  
    Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar.  
    Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi. 

    Val av nevndarlimum og formanni §8, 8. stk.   

    Formaðurin og tríggir nevndarlimir standa fyri vali. 

    Formaður og tveir nevndarlimir til 3 ára valskeið 2024-2027. 

    Ein nevndarlimur – triðvaldi til 1 ára valskeið 2024-2025. 

    Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1.februar.  

    Val til Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið § 12 

    Uppskot til valevni til ráðini, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar. 

    Hjá Leiðararáðnum standa trý fyri vali til 3 ára valskeið 2024-2027. 

    Hjá Námsfrøðingaráðnum standa tvey fyri vali, ein til 2 ára valskeið 2024-2026 og ein til 1 ára valskeið 2024-2025.  

    Hjá Hjálparfólkaráðnum standa fýra fyri vali. Trý til 3 ára valskeið 2024-2027 og ein til 2 ára valskeið 2024-2026. 

    Um tað sambært § 8, stk. 7 eru ov fá valevni til, at eykalimir eru, kann aðalfundurin skjóta upp og velja upp til tríggjar limir á aðalfundinum. Atkvøðast kann tá á sjálvum aðalfundin.  

    Av tí at formansval og nevndarval er á skrá í senn, so fáa allir limir felagsins í minsta lagi tvær vikur innan aðalfundin atgongd til atkvøðuskipan, ið umsiting felagsins skipar fyri í samstarvið við løgfrøðing ella grannskoðara felagsins. 

      
    Uppskot skulu sendast til:  

    Føroya Pedagogfelag 
    Tungugøta 1 
    100 Tórshavn 

    ella til: pedagog@pedagogfelag.fo  

    Nærri kunning kemur á heimasíðu felagsins seinni.  

    Nevndin