Valborg Heradóttir Hammer hevur tikið seg úr nevndini í Føroya Pedagogfelag, tí hon fær ikki nevndararbeiðið at sampakka við lívið sum smábarnamamma og nærum fulltíðararbeiði. Harald Joensen tekur sæti í nevndini í hennara stað
Ingolf S. Olsen – PRESS
Valborg Heradóttir Hammer, sum var toppskorari á nevndarvalinum á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag í mars, hevur nú boðað felagnum frá, at hon tekur seg úr nevndini.
Í eini heilsan til limirnar skrivar hon soleiðis:
“Góðu limir
Eg fari við hesum at kunna tykkum um, at eg havi valt at trekkja meg sum nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag.
Tá eg stillaði upp, var eg ordiliga spent uppá uppgávuna og vildi gera mun.
Sannleikin er tann, at mítt høvd og viljin vilja meira, enn hvat orkan og tíðin strekkir til við einum smábarni og nærum fulltíðarstarvi. Eg meti, at tað er tann rætta avgerðin, soleiðis at onnur kunnu traðka til og arbeiða í nevndini vegna tykkum limir. Eg fari at takka fyri tíðina, eg havi verið, og ein serlig tøkk fer til tykkum 374, sum valdu meg inn í mars 2022.
Tó verði eg sjálvandi framvegis limur í felagnum, og síggjast vit til ymisku tiltøkini og aðalfundirnar frameftir.
Takk fyri meg.
Vinalig heilsan
Valborg Heradóttir Hammer”
Harald tekur sæti
Á aðalfundinum í mars bleiv Harald Joensen varafólk eftir eitt spennandi nevndarval, har tað stóð á jøvnum ímillum hann og Gunnvá Akraberg Hansen.

Lutakast skuldi til, og tað vann Gunnvá Akraberg Hansen. Tey bæði býttu sostatt um pláss, tí frammanundan hevði hann havt sæti í nevndini, meðan hon var varafólk.
Men nú Valborg Heradóttir Hammer hevur tikið seg úr nevndini, tekur Harald Joensen aftur sæti í nevndini.
You must be logged in to post a comment.