Aðalfundur felagsins verður 6. mars 2021.

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum

Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni  www.pedagogfelag.fo

Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk.
Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar.
Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.

Val av nevndarlimum og formanni §8, 7. stk.  

Formaðurin og tveir nevndarlimir standa fyri vali.

Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1.februar.

Val til leiðararáðið, námsfrøðingaráðið og hjálparfólkaráðið § 12

Uppskot til valevni til ráðini, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.


Uppskot skulu sendast til:      

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn

ella til:  pedagog@pedagogfelag.fo

Nærri kunning kemur á heimasíðu felagsins.

Nevndin