Afturvaldur sum aðalskrivari í AIEJI

Aðalfundur hevur í dag verið í altjóða felagsskapinum AIEJI, sum er ein felagsskapur fyri sosialpedagogar. Fundurin er partur av heimsráðstevnu fyri sosialpedagogar. Við á ráðstevnumi og í felagsskapinum eru fakfeløg, serstovnar, áhugafeløg og einstaklingar.

Aðalfundur skal verða minst 4. hvørt ár, og fast punkt á skránni er nevndarval. Nevndin er samsett av 9 til 13 limum umboðandi allar felagskapirnar. Fundurin skuldi vera í 2021, men varð sum so mangt annað útsettur vegna koronaufarsóttina.

Jógvan Philbrow varð valdur til aðalskrivara í 2019 og er í dag afturvaldur fyri eitt 4 ára skeið (byrjandi í 2021)

Øll nevndin verður vald á aðalfundinum, og eru hesi nú vald:

Formaður: Benny Andersen, Danmark.

Aðalskrivari: Jógvan Philbrow, Føroyar.

Kassameistari: Guillaume Favre, Sveis.

Nevndarlimir, A limir: Emmanuel Grupper, Ísrael og Marit Selfors Isaksen, Noreg.

Nevndarlimur, B limir: Ney Moraes Filho, Brasilia.

Nevndarlimur, C limir: Claudio Desanti Sanchez, Uruguei.

Næsti aðalfundur og heimsráðstevna verða í Keypmannahavn í 2025.