Áhugin fyri námsfrøði økist

Talið av umsøkjarum til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya fyri árið 2018 er nú fingið til vega. 

Í 2017 vóru 40 umsóknir til námsfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í ár er talið 62. Tað eru 22 fleiri umsóknir enn undanfarna ár.

Hetta er ein gleðilig gongd fyri námsfrøðiliga økið, sum hevur tørv á fleiri útbúnum námsfrøðingum til eitt í forvegin undirmannað økið í einum landi við fólkavøkstri.

Samanborið við til dømis Danmark er talið av umsóknum har smávegis fallandi, ella stendur í stað. Tað skal tó eisini sigast, at námsfrøði er mest lisna útbúgving í Danmark yvirhøvur.

Sambært heimasíðuni hjá Fróðskaparsetur Føroya eru tað umleið 1000 lesandi á Setrinum tilsamans, og omanfyri 200 sleppa inn at lesa hvørt ár. 

Sum heild var ein vøkstur av umsóknum til Fróðskaparsetrið úr 303 til 411, ella áleið ein fjórðing fleiri umsóknir enn í fjør.