Álitisfólkafundur og skeið

Mikudagin vóru flestu álitisfólk felagsins savnað í Smæruni. Her var álitisfólkafundur á skránni og eisini fyrsta modul av nýggju álitisfólkaútbúgvingini.

Á skránni var:

Páll Nielsen hevði fyrilestur um starvsfólkarætt.

Birita Jacobsen hevði framløgu um sáttmálarnar, sum Pedagogfelagið hevur við arbeiðagevararnar.

Bára Sólheim Guttesen hevði framløgu um álitisfólkaavtaluna og ábyrgdina hjá álitisfólkunum.

Tilmælini frá coronaráðgevingini vórðu fylgd.