Allir sáttmálarnir uppsagdir

Føroya Pedagogfelag hevur beint undan jólum uppsagt allar sáttmálarnar at fara úr gildi 1. apríl 2023.

Tað snýr seg um sáttmálan fyri námsfrøðingar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, sáttmálan millum somu partar fyri hjálparfólk og sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið fyri tænastumannasettar námsfrøðingar.

Korona órógvaði sáttmálasamráðingarnar seinast. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober 2020, men tað var ikki fyrr enn 20. juni 2021, at semja bleiv gjørd um nýggjar sáttmálar. Allir blivu gjørdir fyri hálvt triðja ár við gildistíð frá 1. oktober 2020 til 1. apríl 2023.