Pedagogfelagið fegnast um nærleiðslu

Formaðurin í Pedgogfelagnum hevði ynskt, at felgið varð tikið við í tilgongdina og í minsta lagi varð betri kunnað, men hann leggur tó dent á, at nærleiðsla altíð er betri enn fjarleiðlsa og heilsar tí bygnaðarbroytingini í Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum og skiftinum til nærleiðslu vælkomin

Ingolf S. Olsen – PRESS – Grein úr Pedagogblaðnum

– Fjarleiðsla er ikki nøkur verulig leiðlsa, tí ein leiðsla má virka á staðnum, vita hvat gongur fyri seg og vera tøk hjá starvsfólki, brúkarum og avvarandi. Tí fegnast vit sjálvsagt um, at Almannaverkið nú sjálvt hevur ásannað, at tað var skeivt, tá skipanin við fjarleiðslu varð sett í verk á sinni.

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, í sambandi við nýskipanina í Almannaverkinum, har Trivnaðardepilin fær nýggjan bygnað á nýggjárinum.

Fjarleiðslan í Almannaverkinum kom í sambandi við samanleggingina av táverandi Nærverkinum og Almannastovuni til Almannaverkið í 2011.

Gongdin aftaná var heldur trilvandi. Talið av eindarleiðarum og leiðarum hevur sveiggjað við tað, at tað hava verið heilt upp í 20 eindir, og innihaldsliga hava tær verið skipaðar út frá ymiskum fortreytum.

Afturvendandi kritikkur

Í hvussu er hevur misnøgd valdað um bygnaðin síðan 2011, og tað er serliga fjarleiðslan, sum hevur staðið fyri skotum.

– Tað hevur verið ein afturvendandi kritikkur hjá okkara limum, at teir hava saknað eina nærverandi leiðslu. Tað hevur millum annað verið torført at fáa framt neyðugar broytingar úti á bústovnum og har, brúkararnir av tænastunum hjá Almannaverkinum annars eru, tí ongin leiðsla hevur verið á staðnum, sum við egnum eygum hevur sæð og fatað trupulleikarnar. Hetta vænti eg avgjørt fer at verða nógv betri nú, tí nú fer at bera til at hava eitt gott fakligt samskifti við eina nærverandi leiðslu um øll viðurskifti, sigur Jógvan Philbrow.

– Tað eigur eisini at borga fyri betri starvsfólkatrivnað, tá tað er stutt ímillum starvsfólkini á gólvinum og leiðsluna – so stutt, at tey kunnu hyggja hvønn annan í eyguni hvønn dag. Og fyri at búfólk og brúkarar skulu hava tað gott, er tað ein fortreyt, at starvsfólkini hava tað gott og trívast, leggur hann afturat.

Kom púra óvart á

Tó at Føroya Pedagogfelag fegnast um nýggja bygnaðin og nærleiðsluna, sum nú aftur verður sett í verk, so finst formaðurin at, at Almannaverkið ikki hevur tikið felagið við í allari tilgongdini.

Felagið frætti ikki um bygnaðarbroytingarnar fyrr enn dagin eftir, at sókt var eftir nýggjum eindarleiðarum í sambandi við broytingarnar, og tí komu tær púra óvart á.

– Tað haldi eg ikki vera nøktandi, tí sjálvt um innihaldið er gott, og vit fakliga kunnu gleðast um broytingarnar, so snýr hetta seg eisini um starvsfólk, sum verða rakt – um menniskju. Talið av eindarleiðarum verður jú minkað við meira enn einari helvt, og fleiri teirra eru limir hjá okkum. Vit hava skyldu at tryggja, at alt gongur rætt fyri seg, og at uppsagdir leiðarar fáa boðið annað starv í tann mun, tað yvirhøvur ber til. Vit gera sjálvandi okkara skyldu, men tað hevði tó tænt teimum betri, um tey høvdu kunnað ráðført seg við okkum tíðliga í gongdini. Og tað hevði avgjørt verið ein fyrimunur fyri umsitingina í felagnum, um hon var kunnað um, at nakrir av okkara limum fóru at blíva uppsagdir ella skuldu í annað starv við øðrum starvstreytum.

– Tá bygnaðarbroytingar eisini hava broytingar í starvsviðurskiftum við sær, er tað góður siður, at sáttmálaparturin verður tikin við í prosessina beinanvegin, sigur Jógvan Philbrow. Ikki øll tey uppsøgdu í sambandi við bygnaðarbroytingarnar hava tikið av tilboði um annað starv, men kortini hava bygnaðarbroytingarnar ikki elvt til nakað rættiligt starvsfólkamál hjá Føroya Pedagogfelag – enn í hvussu er.

(MYND, Jógvan og Birita)
Í Føroya Pedagogfelag fegnast tey um nærleiðsluna í Almannaverkinum, men fýlast á, at felagið ikki var tikið við tíðliga í gongdini ella í hvussu er ikki var væl kunnað. Eindarleiðarar eru uppsagdir, men bygnaðarbroytingarnar hava tó ikki elvt til nakað rættiliga starvsfólkamál – enn í hvussu er. Á myndini eru tað Jógvan Philbrow, felagsformaður, og Birita Hammer Jacobsen, umsitingarleiðari í Føroya Pedagogfelag

Mynd: Ingolf S. Olsen