Almannaverkið fer aftur til nærleiðslu

Í umskipaða Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum tódnar leiðlsan úr trimum niður í ein depilsstjóra, úr 13 niður í seks eindarleiðarar, og aftur fyri verða tað 36 vanligir leiðarar í staðin fyri 29 frammanundan

Ingolf S. Olsen – PRESS – Grein úr Pedagogblaðnum

Á nýggjárinum fer nýggi bygnaðurin í Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum at virka.

Bygnaðarbroytingarnar eru umfatandi, og hyggja vit at verandi leiðslubygnað sum eini pyramidu í trimum løgum, so merkja broytingarnar, at nógv orka verður flutt frá teimum ovastu løgunum og niður í tað niðasta.

Trivnaðardepilin er í dag skipaður við trimum depilsstjórum, 13 eindarleiðarum og 29 leiðarum. Í nýggja bygnaðinum er bara ein depilsstjóri, seks eindarleiðarar og 36 leiðarar.

Bygnaðarbroytingarnar verða formliga settar í verk 1. januar, men tað er meira enn eitt ár síðan, at fyrireikingarnar av álvara byrjaðu, og sjálv tilgongdin varð skotin í gongd 20. september, tá bygnaðarbroytingin bleiv almannakunngjørd, og lýst varð innanhýsis eftir teimum seks nýggju eindarleiðarunum.

Nøvn eru sett á

Samstundis var boðað frá, at Asta Marjunardóttir, sum frammanundan var stjóri á deplinum fyri likamligt brek, er nýggjur stjóri fyri allan Trivnaðardepilin. Hermann Mortensen og Ingun Mohr Jacobsen, sum eisini vóru depilsstjórar, eru farin í ávikavist annað starv uttan fyri stovnin og nýtt starv á Fakdeildini í Almannaverkinum.

Síðan eru teir seks nýggju eindarleiðararnir eisini settir. Í gamla bygnaðinum hava tær 13 eindirnar bara havt hvør sítt nummar, men í nýggja bygnaðinum er talan um seks nanvgivnar eindir: Virknistænastan, Likamligt brek, Barnavernd AV, Menningartarn, Autisma og Sosialpsykiatri.

Jóhanna Jancyardóttir verður eindarleiðari í Virknistænastuni, Elin Danielsen í eindini Likamligt brek, Julianna Næs Olsen í eindini Barnavernd AV, Teitur Jóannesarson í eindini Menningartarn, Elisabetj Christiansen í eindini Autisma, og Andrea Petursdóttir verður eindarleiðari í eindini Sosilapsykiatri.