Annika og Nikkil vald í nevndina

Føroya Pedagogfelag hevur í dag haft aðalfund. Eitt evnið á skránni var val av tveimum nevndarlimum. Nikkil Heinesen, næstformaður og Gunnvá Akraberg Hansen stóðu fyri vali.

5 limir bjóðaðu seg fram og gjørdist úrslitið hetta:

Annika Østerø 309 atkvøður.
Nikkil Heinesan 190 atkvøður.
Gunnvá Akraberg Hansen 180 atkvøður. 1. eykalimur.
Tóra Højgaard Joensen 173 atkvøður. 2. eykalimur.
Bjarni Beder 117 atkvøður. 3. eykalimur.

Sostatt er Annika nývald í nevndina og Nikkil afturvaldur nevndarlimur.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi aftaná aðalfundin.

Meiri kunning um aðalfundin kemur seinni.

Frá høgru: Annika, Valborg, Jógvan, Nikkil og Harald.