Limagjaldið lækkar!

Hesar avgerðir samtykti aðalfundurin leygardagin 6. mars.

Tá freistin at senda inn uppskot til aðalfundin var farin, vóru tvey uppskot komin inn. 

Tað fyrra var at broyta reglugerðina fyri Húsagrunnin. 

Endamálsorðingin í reglugerðin hevði hesa orðing: At keypa eina fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av fastognini. 

Aðalfundurin samtykti at broyta endamálsorðingina til: Endamál: At keypa fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av hesum.

Í stuttum merkir hetta, at grunnurin nú hevur heimild til at eiga og reka meira enn eina fasta ogn.

Tað seinna uppskotið var um at broyta limagjaldi. Hetta var eitt felags uppskot frá nøkrum limum og nevndini. Uppskotið var, at limagjaldið verður 1,6 prosent av lønini (A­ inntøkuni), tó í mesta lagi 500 krónur um mánaðin. Aðalfundurin samtykti uppskotið.

Hetta merkir, at hereftir verður limagjaldi 1,6% av A inntøkuni, tó i mesta lagi 500 kr. um mánaðin.

Limagjaldið hevur verið 1,8% av lønini í nøkur ár.