Ber tað til at spara

Vit hava eina lóg um almannatrygd og tænastur. Í stuttum skal lógin tryggja, at borgarar, sum hava tørv á hjálp ella stuðli frá almennu Føroyum, skulu hava hjálp ella stuðul.

Og soleiðis ynskja flestu í Føroyum, at tað skal vera. Tey, sum ikki megna at liva á jøvnum fóti við meirilutanum, skulu fáa hjálp.

Hetta hevur eisini verið boðskapurin frá stórt sæð øllum politikkarunum á báðum veingjunum í Føroyskum politikki.

Tí er tað óskiljandi, at játtanir verða skerdar, uttan at politiski myndugleikin hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvar tað ber til at spara. At landsstýrismaðurin skúgvar sær undan ábyrgdini av at sparingar raka, er eisini ódámligt.

Vit hava frammanundan eina avbjóðing við lógini um almannatrygd og tænastur. Avbjóðingin er, at  sami stovur sum skal veita eina tænastu, skal siga hvør tørvurin er. Vit hoyra dag og daglig um bíðilistar til tænastuveitingar frá Almannaverkinum. Gevur tað meining?

Kunnu vit sum land góðtaka, at munur verður gjørdur á borgarum? Hevur tú nóg ágangandi málsviðgera ella familju, kanst tú fáa eina tænastu. Um ikki, verður tú bara settur á ein bíðilista.

Raðfestingin á almannaøkinum hevur verið ov vánalig í fleiri ár. Manglandi íløgur, sum mangan eisini høvdu givið ein betri fíggjarligan rakstur, eru ikki gjørdar. Stovnar ella tænastur, sum áttu at verið veittar, enda sum dýrar einstaklinga fyriskipanir, tí íløgan ikki er gjørd.

Fyri ikki at tala um afturhaldni í at lyfta lønirnar á økinum. Hægri lønir hevði havt við sær, at fleiri blivu freistað og valdu hetta økið. Meðan framleiðsluvinnuni í minni mun tørvar fólk og er fult í gongd við at automatisera, hava vit sum samfelag ikki megnað nóg væl at skúlað fólk at flyta seg yvir í námsfrøðiliga- og umsorganarøkið at arbeiða. Vit mugu koma víðari.

Ber tað til at spara, tá lógin um almannatrygd og tænastur eigur at tryggja einum borgara eina tænastu?

Nokk við politikkarasnakki, gerið okkurt við støðuna og komið við røttu íløgunum.

§ 3. Hjálp sambært hesi løgtingslóg skal veitast soleiðis, at persónur í størst møguligan mun megnar at uppihalda sær sjálvum og liva eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív, sum til ber. Dentur verður lagdur á hesi viðurskifti hjá persóni:

1)   persónlig viðurskifti,
2)   uppihaldsgrundarlag,
3)   virkisføri,
4)   bústaðarviðurskifti,
5)   sálarlig og kropslig heilsa, og
6)   onnur sosial viðurskifti.

Stk. 2. Almannaverkið ger av, á hvønn hátt hjálpin sambært hesi løgtingslóg skal veitast. Avgerðin tekur støði í tørvi og ynski hjá tí einstaka, sosialfakligari meting og fíggjarliga rásarúminum fyri tænastu hjá myndugleikanum.