Bólturin liggur hjá Helga

Føroya Pedagogfelag hevur í dag verið á fundi við Helga Abrahamsen. Á fundinum bjóðaðu vit landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, at vit seta verkfallið í bíðistøðu.

Treytin er, at hann tekur uppskotið um at skerja verkfallsrættin aftur, og at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingar. Enn hevur landsstýrismaðurin ikki tikið av tilboðnum, ið hevði tryggjað, at allir limir í Pedagogfelagnum fóru aftur til arbeiðis beinanvegin.