Nýggir tónar frá Jørgen

Føroya Pedagogfelag fegnast um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í tíðindunum í kvøld vísti so øgiliga góðan vilja at semjast. 

Hetta eru nýggir tónar úr Fìggjarmálaráðnum, tí hóast vit hava samráðst í 8 mánaðir, hava vit ikki sæð landsstýrismannin eina einastu ferð. 

Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at hann er so illa upplýstur um tilgongdina, og fór so mikið skeivur í síni frásøgn um hana.

Vit velja tó at síggja hetta sum eina jaliga útmelding, ið vónandi merkir, at Jørgen Niclasen biður síni starvsfólk á lønardeildini um at fara til veruligar samráðingar. 

Vit í Føroya Pedagogfelag ynskja veruliga eina semju, ið kann vera við til at framtíðartryggja námsfrøðiliga økið, til frama fyri teir veikastu borgararnar í landinum, og øll hini, ið vit námsfrøðingar og hjálparfólk dagliga eru um.