Vit fegnast um, at kunna kunngera, at Benny Andersen, formaður í Socialpædagogernes Landsforening (SL), verður gestarøðari á aðalfundinum, á Hotel Føroyum, tann 5. mars í ár.
Benny hevur verið virkin á sernámsfrøðiliga økinum í nógv ár, og situr eisini sum limur í fleiri álitisnevndum. Benny er sera ágrýtin og virkin á sosialum miðlum fyri sernámsfrøðiliga økið. Eisini luttekur hann javnan í kjaki í miðlunum.
Les eisini: Kunning og skráseting til aðalfundin 2022
SL er danskt fakfelag fyri starvsfólk, ið arbeiða á sernámsfrøðiliga økinum, og er so statt systurfelag hjá Føroya Pedagogfelag. Pedagogfelagið og SL hava nógv samstarv í samband við altjóða samstørv, eitt nú AIEJI. Starvsfólk og nevndarlimir hjá Pedagogfelagnum hava eisini luttikið á skeiðum hjá SL. Vit gleða okkum til eitt gott fakligt og fakfelagsligt íkast frá Benny.
You must be logged in to post a comment.