Eftirlønarviðurskifti hjá limum felagsins

Føroya Pedagogfelag skipar fyri tiltaki fyri limum sínum um eftirlønarviðurskifti í Smæruni í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn 18. Juni kl 18.00

 

Í samband við tiltakið hava vit fingið umboð frá LÍV at kunna teg, sum er sáttmálasett/ur, um eftirlønarviðurskifti.

 Tað verður Gunnvør Dam Jensen, tryggingarserfrøðingur, sum fer at greiða frá hvussu støðan hjá tær verður, tá ið tú fert av arbeiðsmarknaðinum.

 Útgangsstøðið verður tikið í tí einstaka persóninum.

 Gjøgnumgingið  verður hvat tú fært frá tí almenna, tvs.: 

Fólkapensjón

  • Grundupphædd
  • Viðbót
  • Arbeiðsmarknaðareftirløn

Gjøgnumgongdin tekur samstundis støði í nýggju Pensjónsskipanini.

Komið verður t.d. inná nær fólkapensjónin verður ávirkað av útgjøldum frá t.d. LÍV ella aðrari skattskyldugari inntøku. Útfrá hesum kanst tú síggja, hvat tú hevur í tøkum peningi, tá ið tú fert á pensjón. Komið verður eisini inná tryggingarviðurskiftini, sum Føroya Pedagogfelag hevur við LÍV. Ætlanin er, at møguleiki verður at spyrja so hvørt.

Bjarni Mortensen frá Fíggjarmálaráðnum kemur síðani at greiða frá eftirlønini hjá tænastumonnunum.

 

Tiltakið er ókeypis og okkurt leskiligt verður at fáa.

Fyri at minka um matoyðsl er neyðugt við tilmelding.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo

Tiltakið er umleið tveir tímar til longdar.