Ein tøtt leiðsla loysir tvístøður

Farna heyst kunngjørdi Almannaverkið, at bygnaðarbroytingar fóru at verða framdar.

Hetta er ikki fyrstu ferð bygnaðarbroytingar verða framdar á økinum. Tá eg byrjaði á økinum var tað undir Almannastovuni, sum seinni bleiv til Nærverkið, tað sum í dag er Almannaverkið, og her havi eg nógvar og drúgvar royndir.

Eg havi sæð og upplivað nógv hesi árini. Mangan eru stórar ella smærri tiltrongdar broytingar  framdar, men ikki alt hevur verið til tað betra. Einafer var huðtakið “ein hurð” skapt. Eg havi tíverri mangan upplivað, at avvarandi mugu stríðast við hesa “einu hurð” – øll hava ikki orku at stríðast við myndugleikarnar. Vónandi fara kunngjørdu broytingarnar at hjálpa uppá hetta.

Eitt av endamálunum við bygnaðarbroytingunum hesafer er eisini, at frástøðan frá fólki á gólvinum til nærmasta leiðara skal verða styttri. Fleiri leiðarar verða settir runt á ymiskum stovnum. og nakað av virkseminum annars verður umskipað.

Mangan hevur leiðslan verið ov langt burtur, soleiðis, at á gólvinum gerst mentanin ein óformel leiðsla, har starvsfólk mugu taka avgerðir ella handla av sínum eintingum. Nógv av hesumburdi verið leiðsluábyrgd.

Tí gleðist eg um hesa avgerð og vóni, at hetta eisini fer at bøta um trivnaðin á arbeiðsøkinum, soleiðis. at fleiri fólk velja sær námsfrøðiliga arbeiðsøkið sum sítt lívsstarv.

GUNNVÁ AKRABERG HANSEN, nevndarlimur.