Eykaaðalfundur og Fakligir áhugabólkar

Eykaaðalfundurin 11. mai 2019

Kom við og legg tínar ætlanir fram so onnur fáa møguleikan at gerast partur av tínum áhugabólki, ella kom og hoyr um áhugabólkar, ið tú kanst gerast partur av.

Eykaaðalfundurin er ikki bert eitt stað har tú fært møguleikan at bjóða teg fram ella velja leiðararáð, námsfrøðingaráð ella hjálparfólkaráð. Her verður eisini møguleiki hjá tær at leggja tínar tankar fram um fakligan áhugabólk. Sí nýggju greinina í lógum felagsins: 
§14. Fakligir áhugabólkar

Stk. 1. Við góðkenning frá nevnd felagsins kunnu stovnast fakligir áhugabólkar av limum, sum hava sama fakligan áhugað. Bólkarnir kunnu fáa fíggjarligan stuðul frá felagnum.

Stk. 2. Uppgávur áhugabólkanna eru:
– at virka fyri felagsligum samanhaldi millum limir áhugabólkanna og at stuðla hvør annan soleiðis
– at limirnir gerast alsamt meiri tilvitaðir, m.a. við at halda fundir og skeið
– at eggja til kanningar og stuðla kanningum arbeiðsøkinum viðvíkjandi
– at vera við at menna námsfrøðina

Stk. 3. Limir kunnu sjálvboðin og við at gjalda serstakt limagjald stovnseta og vera limir í einum ella fleiri fakligum áhugabókum.

Stk. 4. Fakligu áhugabólkarnir verða skipaðir eftir leiðreglum, ið nevnd felagsins hevur gjørt.

Stk. 5. Nevnd felagsins skal góðkenna reglugerðina hjá einum Fakligum áhugabólki.

Vegleiðandi reglugerð sæst her.

Kom við og ger tína ávirkan galdandi.

Boða frá luttøku her!