Fallandi tal á umsóknum til námsfrøðinsútbúgvingina

Nógv kjak hevur verið um fallandi talið av umsøkjarum til námsfrøðisútbúgvingina. Avbjóðingin er tó samansettur, og fleiri eru orsøkir til hetta fallið. Mítt boð er tó fylgjandi.

Eitt er, at orsøkinar til gongdina við fallandi umsøkjarum til námsfrøðisútbúgvingina er fjøltáttað, og vit í Føroyum eru ikki einsamøll um hana. Gongdin er tann sama  í øllum norðurlondum.

Onnur viðurskifti eru, at arbeiðsloysið er met lágt, og tí er í stóran mun lætt hjá øllum at fáa starv – og tá er helst ikki so hugaligt at fara at lesa og skula liva av útbúgvingarstuðuli. Onkur vísir á, at fólkatalsavbjóðinginin (demografiin), ið ger, at færri ung søkja inn, tí ættarliðið, ið nú skulu undir hægri lesna eru børnini hjá teimum, sum flýggjaðu undan kreppuni í 1990´inum.

Men tølini siga, at hugurin at lesa til námsfrøðing yvir fleiri ár hevur verið heldur lágur og er framvegis lækkandi. Hetta er tískil ikki ein nýggj støða.

Vit hoyra av og á, at tað eru vit sum fakfelag, ið eiga skuldina fyri, at økið ikki er so lokkandi. Um vit bert vístu á tær góðu søgurnar, so fór alt at verða so gott, og fleiri høvdu søkt inn at lesa til námsfrøðing ella søkt øll hesi leysu størvini. Hyggur ein inn á starv.fo, sæst altíð ein lýsing eftir námsfrøðingi ella námsfrøðiligum starvsfólkum.

Hóast hetta kunnu vit undrast, tí upp ímóti 400 ungfólk eru inni í skipanini. Tað vil siga, arbeiða á økinum í fyribils størvum, avloysarastørvum og feriustørvum gjøgnum eitt vanligt ár. Fleiri av hesum ungu “burdu” fingið hug at lisið til námsfrøðing, um umstøðurnar eru so góðar – einki annað fakøki í landinum hevur so nógv ung fólk í starvi, sum kunnu gera sær royndir og uppliva gerandisdagin eftir loknan miðnámsskúla, sum júst námsfrøðiliga fakøkið.

Spyrt tú hesi ungu, so eru fleiri svar, og ofta hoyra vit, at tey ikki eru so fegin um arbeiðsumstøðurnar, har ov nógv ábyrgd og ov tung byrða verður løgd á herðar teirra.

Vit hava í fleiri ár róð framundir, at arbeiðsøkið og arbeiðsbyrðan má skipast betur, soleiðis, at arbeiðsumstøðurnar gerast betur og fólk orka og halda til eitt gott og langt arbeiðslív.

Kommunali arbeiðsgevarin tykist tó framvegis at halda, at tað er uppgávan hjá tí einstaka arbeiðsgevaranum at syrgja fyri at skipa trivnaðin á økinum. Vit hava tó varhugan av, hóast tað er ymiskt frá kommunu til kommunu og millum land og kommunur, at tað er tilvildarligt og torført hjá stovnum og stovnsleiðslum at fáa forstáilsi fyri veruligum átøkum, ið kunnu bøta um hendan partin.

Tí hava vit í fleiri ár ynskt okkum eina meira ítøkiliga avtalu, ið er við at leggja karmar fyri eini greiðari skipan fyri arbeiðstíðina. Eina avtalu, sum heilt vist vildi styrkt um umdømið og viljan at arbeiða á økinum.

Hetta, saman við tiltøkum, so sum mentor-skipanum, har nýggj á økinum kunnu fáa betri skipaða vegleiðing tá tey byrja, kundi styrkt um hesi viðurskifti.

Og sjálvsagt er tað eisini ein spurningur um løn ella tign. Tignin rundan um økið er knýtt at lønarlagnum. Vantandi viljin at løna námsfrøðingum á sama støði, sum líknandi fakbólkar, ger tað ikki hugaligari at lesa til námsfrøðing – hóast stór tøk eru tikin rætta vegin seinastu árini. Enn mangla pengar í fyri at fáa lønarlagið á eitt rættvíst støði. Umframt, at eftirlønarprosentini eru ov lág og áramálini tað tekur at koma á endaløn er ov langt, í summum førum dupult so nógv ár enn onnur fakøki hava.

Tignin verður heldur ikki vird, tá røddir eru frammi, ið ynskja at lækka fakliga støðið á útbúgvingini – sum um tað hevði hjálpt. Tað kann væl vera, at okkara fremsta ynski er, at tey sum nema sær útbúgving arbeiða á økinum., men um tað ikki ber til at byggja uppá eina útbúgving ella granska innan fakøkið, gerst økið fátækari og  vandi er fyri, at økið ikki mennist á rættan hátt. Tað er eingin ivi um, at góðir stovnar við væl útbúnum námsfrøðingum, bæði á kommunala økinum og hjá landinum, eru fortreyt fyri at økja um góðskuna.

Búskaparfrøðingurin, James Heckman vísir á, at eitt samfelag fær best burtur úr einari íløgu tey fyrstu árini hjá barninum. Sí mynd.

Ein góð byrjan uppá lívið kann vera við at minka um útreiðslur til sertørv og kriminalitet, umframt at produktiviteturin hjá einstaklinginum gerst hægri, og harvið inntøkurnar til samfelagið. Sí https://heckmanequation.org/

Hetta er ein spurningur um politiska raðfesting. Um ynskið er at fáa fleiri at starvast á námsfrøðiliga økinum, er neyðugt at raðfesta økið, og ikki bara í mun til at tryggja stovnspláss á dagstovnum ella bú- ella viðgerðarstovnum.

Lønarlyftið er eitt stig á rættari leið. Men neyðugt er eisini at betra um arbeiðsumstøðurnar, soleiðis, at tey ungu, sum longu gera sær royndir á økinum, eisini duga at síggja eina framtíð innan fakøkið.

Fleiri boð eru uppá hvussu umstøðurnar um dagstovnaøkið kunnu bøtast, sí tilmælið “Fyri barnsins besta”, Dagstovnaráðið 2023, https://pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2023/02/Tilmaeli_Fyri_barnsins_besta_25._januar_2023._pdf.pdf og Tilmælið frá Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið 2023, https://pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2023/03/Endaligt-tilmaeli-Tid-til-annad-arbeidi_.pdf.

Jógvan Philbrow, formaður