Føroysk námsfrøði – hvat er tað?

Bygnaðarbroytingarnar í Føroya Pedagogfelag hava skapt møguleikan, at stovnseta fakligar áhugabólkar fyri limir í Føroya Pedagogfelag. Í tí sambandi, ynski eg at samla fólk, sum eru áhugað at hugleiða um námsfrøði í Føroyum. Á eykaaðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag í Kongshøll 11. mai 2019, legði eg mínar tankar fram,  og har vóru tað fleiri, sum vóru áhuga. Tí fara vit at hava stovnandi fund av fakbólkinum, Føroysk námsfrøði – hvat er tað?, á Pedagogfelagnum, Tungugøta 1, týsdagin 11. juni kl. 19.00.
Hetta er eitt limatiltak.

Føroysk námsfrøði – hvat er tað ?

Bygnaðarbroytingarnar í Føroya Pedagogfelag hava skapt møguleikan at stovnseta fakligar áhugabólkar. Í tí sambandi ynski eg at samla fólk, sum eru áhugað at hugleiða um námsfrøði í Føroyum. Á eykaaðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag í Kongshøll 11. mai 2019, legði eg mínar tankar fram,  og har vóru tað fleiri, sum vóru áhuga. Tí fara vit at hava stovnandi fund av fakbólkinum, Føroysk námsfrøði – hvat er tað ? í hølunum hjá Pedagogfelagnum, Tungugøta 1, týsdagin 11. juni kl. 19.00.

Teksturin niðanfyri er partur av røðu, sum var hildin á eykaaðalfundinum.

Mín námsfrøðiliga Føroyaferð.

Eg eiti Edda Hjartvarsdóttir og eg eri 52 ár.

Sum 18 ára gomul kom eg fyrstu ferð inn á tað námsfrøðiliga økið, sum hjálparfólk í Dagstovninum í Hoyvík í 1986.

Eg bleiv útbúgvin námsfrøðingur á Peter Sabroe seminariinum í Århus 1997.

Mín starvsleið sum námsfrøðingur hevur verið; á Meqqut Illuat í Nuuk, sum er ein viðgerðarstovnur fyri børn og ung í Grønlandi. Á Føroya Barnaheimi, á Dagstovninum í Hoyvík í reyða barnagarði, í Kvinnuhúsinum sum barnaserkøn, aftur á Dagstovninum í Hoyvík sum leiðari, og síðani á Dagstovninum á Velbastað, fyrst í vøggustovu í 1 ár og síðan í barnagarði, har eg eri í dag.

Tað byrjaði ein januar dag í 2017.

Jógvan Philbrow og Rógvi Thomsen, sáli, høvdu kallað okkum í Dagstovnaráðnum hjá Pedagogfelagnum, Maiku L. Samuelsen og Jakob Skaaning og meg á fund, at umrøða eina ráðstevnu fyri lands- og kommunal politikarum.

Fyrsti tankin hendan morgunin var at royna at finna ein útlendskan barnaserfrøðing, sum kundi koma heim til Føroyar at tosa um týdningin av námsfrøðini á Dagstovnaøkinum, og á tann hátt fáa politikarar at gera størri íløgu í børnini, sum eru 0 til 7 ár.

Prátið hendan morgunin var lívligt og eldhugað. Vit komu fram til, at  námsfrøðin, sum vit kendu til, var øðrvísi enn námsfrøðin í londunum kring okkum. Eg minnist, at vit í Dagstovnaráðnum, Maika, Jakob og eg fóru at ivast í, um vit tosaðu um“Dagstovnurin í Hoyvík” námsfrøði. Vit trý hava nevniliga starvast á Dagstovninum í Hoyvík, saman við nógvum fantastiskumog tilvitaðum námsfrøðiligum eldsálum.

Eftir henda fundin í januar 2017 fóru vit í Dagstovnaráðnum hjá Pedagogfelagnum, saman við Jógvani og Rógva á rundferð kring landið.

Vit fóru til Klaksvíkar, Oyrabakka og Vágs.

Á hesum fundum hugleiddu vit millum annað um:

Hvørjir tankar liggja aftanfyri okkara gerandis námsfrøði.

  • hví hava vit “samling” ?
  • hví hava vit skipað tiltøk í gerandisdegnum ?
  • hvussu hugsa vit, at børn læra / mennast / búnast ?
  • sæst tað, at hetta er ein dagstovnur í Føroyum
  • er føroysk mentan sjónlig
  • o.s.fr.

Vit vóru eisini á Námsvísindadeildini og í Keypmannahavn á ráðstevnu hjá DPU.

Á vitjanini á  Námsvísindadeildini fingu vit innlit í útbúgvingina. Bæði um bygnað og innihald.

Á ráðstevnuni í Keypmannahavn, á DPU – kundu vit bara staðfesta, at nógv av námsfrøðiliga arbeiðinum sum fer fram á dagstovnaøkinum í Føroyum, er tað sum gransking sigur er gott.

Men so hendi tað syrgiliga, at Rógvi Thomsen brádliga doyði, í juni 2017. Alt støðgaði upp, og ráðstevnan bleiv av ongum.

Tá ein tíð var fráliðin, fóru vit í Dagstovnaráðnum hjá Pedagogfelagnum, saman við nevndini í Pedagogfelagnum, á enn eina rundferð. Evnið hesaferð var; “ Samrøður um Námsfrøði” við undir spurningi; “hava vit eina námsfrøði í Heimsflokki”.

Hesaferð vóru vit í Østrøm í Havn, í Klaksvík, í Hovi og í Miðvági.

Ein sera kveikjandi og lærirík tíð.

Vitjanir úr útheimi 😊

Hesi tvey árini havi eg eisini verið so heppin at hitta fleiri fakfólk aðrastaðni frá.

Vit á Dagstovninum á Velbastað høvdu á sumri 2017 vitjan av trimum 3. árs næmingum frá Århus, sum vóru og eyðgleiddu okkara gerandisvirksemi í 2 vikur.Teirra niðurstøða var:

“Børn og vaksin samstarva um nógvar gerandis uppgávur. Tit skera frukt, gera millummála, arbeiða við sankutøðum, skrúa, grava, feiða, rudda o.s.fr. Tit eru nærverandi, næna og klemma og stemningurin er róligur. ”

Ole Henrik Hansen – sum erlektari í námsfrøði og hevur granskað í barnagarðsnámsfrøði, var í Føroyum í mai 2018. Hann skuldi tosa um:

”Styrke samarbejdet om børns læring og udvikling, gennem faglig kvalitetsløft og tilpasset børnesyn, læringsyn, trivselssyn og ledelssyn”

Tá fyrsta pausa varð, spurdi eg Jógvan Philbrow, um Ole Henrik Hansen hevði verið í Føroyum fyrr, tí eg helt ikki, at hann, út frá tí sum hann tosaði um, kendi til ”Føroyska námsfrøði”.

Hetta viðførdi, at Ole Hendrik koma at vitja á Dagstovninum á Velbastað.

Hann var tíðiliga ovfarin, longu tá vit stillaðu bilin á parkeringsøkinum.

Hann segði millum annað; ”Tit hava vanligt seyðahegn”

Ein fitt søga frá hesi vitjan er:

Ole Henrik spyr eldhugaður ”Kann eg sleppa niðan á handan steinin?”

Vit fara niðan til steinin, sum liggur á einum heyggi, og Yngvi sum er 2 ár, fylgir forvitin aftaná okkum. Beint áðrenn Ole ætlar sær uppá steinin, varnast hann dreingin, og sigur við bilsnari rødd:

” Torir tú at lata handan lítla dreingin ganga ”leysan” (uttan at verða leiddur).

Ein onnur fitt søga er, tá ið eg og Ole sita á rekatræðnum undir vegginum í garðinum og práta.

Tá kemur 5 ára gamli Jákup á súklu, við 2 ára gomul Lydiu sitandi aftanfyri á súkluni. Tey steðga frammanfyri okkum og bíða, til tað er pausa í okkara práti. Eg spyrji Jákup, um nakað er áfatt. Tá svarar Jákup;” Edda kanst tú ikki súkkla eina løtu við Lydiu. Hon vil so gjarna, at onkur súklar við henni, men eg vil niðan á vøllin at sparka saman við hinum dreinginum”

Tá letur í Ole Hendrik: ”Tit skulu ikki lurta eftir okkum, tað eru vit sum skulu lurta eftir tykkum”

Á NLS (Nordisk Lærerorganisations Samråd) summarskeið á Hotel Føroyum í juni 2018 hitti eg eina Finska kvinnu, sum er leiðari á einum barngarði í Helsinki. Hon ynskti eisini at koma út á ein vanliga barnagarð at síggja og hoyra meira um okkara gerandisdag og okkara barnagarðs-námsfrøði.

Ein av hennara spurningum var:

”Hvussu kunnu tit tryggja, at børnini læra tað tey skulu, tá tit ikki hava skipanir í gerandisdegnum sum tryggja, at øll børnini hava luttikið í ávísum aktivitetum.”

Hesar og aðrar vitjanir aðrastaðni frá hava verið við til at vekja mína tilvitsku um “okkara” námsfrøði.

Í dag veit eg, at nógv av okkum sum arbeiða á Dagstovnaøkinum í Føroyum, gera nakað annað og hugsa nakað annað, enn aðrastaðni. Okkurt hjá okkum er øðrvísið og gott.  

MEN eg havi eisini upplivað, at Dagstovnaøkið er merkt av, at ov lítil tíð er til námsfrøðiligt umhugsni. Kanska eru vit eisini merkt av rákinum, har man hevur roynt at “effiktivisera” læring og dannilsi.

Alt ov nógv ting í okkara gerandisdegi henda tí:

  • at onkur einaferð hevur sagt, at tað er gott at hava samling kl. 9.30 – og so gera vit tað……
  • at onkur einaferð hevur sagt, at tað riggar væl, at aldursuppdeila børnini, og so gera vit tað……
  • at onkur einaferð hevur sagt, at øll hini hava skúlabólk, og so gera vit tað…..
  • o.s.fr.

“Hví tíð” 

Tað er blivið enn meira týðiligt fyri mær, at vit eiga at brúka meira tíð til námsfrøðiligt umhugsni í okkara gerandisdegi. Okkara námsfrøðiligu tankar mugu fylla meira í gerandisdegnum. Vit mugu tryggja okkum, at øll hesi “góðu ráð og hugskot ”sum koma aðrastaðni frá, hóska til eitt gott barnalív í Føroyum.

Tað, at vit gera nakað annað í Føroyum enn aðrastaðni – tað veit eg í dag – MEN kann tað kallast Føroysk námsfrøði ?

Komið og samlist um námsfrøðina í Føroyum.

Kom og deil tína hugsan um námsfrøði í Føroyum, og hoyr hvat hini hugsa.

Fyrsti fundur verður týsdagin 11.juni kl 19, niðri Pedagogfelagnum, Tugugøta 1, Tórshavn.