Fráboðan um 24 tíma arbeiðssteðg í Eind 9, í Almannaverkinum

Føroya Pedagogfelag hevur enn einki frætt frá arbeiðsgevarunum, í samband við at felagið í gjár lýsti arbeiðssteðg. Vit mugu tískil staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa, at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um smá tøl í einum Excel rokniarki. 

Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman. Í eini roynd at finna eina semju, hava vit flutt okkum langt, meðan arbeiðsgevarin tvíheldur um smá prosentstig, ið ongan veruligan mun gera. 

Tað harmar okkum, at arbeiðsgevararnir ístaðin fyri at taka hetta í álvara, bert drála. Okkara limir liva dagliga í hesum, og tí vita vit eisini, hvat bilar, og hvat skal til fyri at ung fólk skulu velja okkara øki, og fyri at tey sum longu hava valt hetta starvsøki, verða verandi. Tað er hetta, sum vit mugu loysa. 

Vit harmast eisini um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki vilja samstarva við okkum um, at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiði. Eitt haldførið sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgararnar og børnini, sum limir okkara eru um. Vit fara tí undir víðari tiltøk, við vón um, at arbeiðsgevararnir koma aftur til samráðingarborðið, við veruligum hugi. 

Vit lýsa tí 24 tíma verkfall fyri allar limir felagsins sum arbeiða í Eind 9 í Almannaverkinum, fríggjadagin 4. juni kl. 07.00 til leygardagin 5. juni kl. 07.00