Fráverudagur vegna veður

Nú ódnarveður leikar á við nógvum kava, eru fleiri sum spyrja okkum um fráveru frá arbeiði, vegna veður.

Lønardeildin hevur vegleiðing um hetta. Í stuttum er galdandi, at frávera bert er í lagið, um alt alment ferðasamband er niðurlagt, vegna veður. Flestu kommunurnar fylgja hesum, men ikki allar.

Strandfaraskip Landsins hevur í morgun boðað frá, at mest sum allar Bygdaleiðir ikki koyra og flestu Oyggjaleiðir sigla ikki. Kunna teg um hetta á SSL.fo.

Niðanfyri standandi reglur eru givnar av lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, 6. Mars 1992.

Fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bert roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum.

Tað, at eitt starvsfólk heldur veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur ikki rætt til goldna fráveru, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið.

Er starvsfólk komið til arbeiðis av bygd, og veðrið er øtlað so mikið, at vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, um farið verður heim um kvøldið, verður fráveran næsta dag ikki roknað sum goldin frávera, um ikki slepst til arbeiðis.

Lønardeildin hjá Føroya Landsstýri, 6. Mars 1992

Skrivið sæst eisini her.