Fýra ting á ting

Komandi valskeið kann hava avgerandi týdning fyri námsfrøðiliga virkisøkið. Tí hevur Føroya Pedagogfelag valt at varpa serligt ljós á fýra ting, ið vit meta hava avgjørdan týdning fyri økið. 

Vælferðarlógin skal samtykkjast. Lógarbroytingarnar og nýggj lóggáva vóru klár á tingið, áðrenn tingið fór í summarfrí. Føroya Pedagogfelag heldur tað hava avgjørdan týdning fyri sosialpedagogiska økið, at hendan lógin kemur í gildið og lógarverkið, ið liggur til grund fyri, at virksemið gerst dagført og greitt. Hetta hevur tó størstan týdning fyri tann einstaka borgaran, ið skal liva við tænastum frá tí almenna. 

Almenn lønartalva gerast. Fleiri fakfeløg hava í fleiri umførum gjørt semju við arbeiðsgevaran um, at hetta arbeiðið skal gerast, og krevur tað, at politiskur vilji eisini er fyri at fáa hetta raðfest. Ein slík lønartalva eigur at gera upp við kynsmunir á lønunum og vera nútíðar grundað.  

Minimumsnormering ásetast. Fyri dagstovnaøkið, vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar er minstamark av starvsfólkatímum til barnið ein trygd hjá børnunum fyri at fáa sínar grundleggjandi tørvir tryggjaðar. Føroya Pedagogfelag hevur eitt uppskot klárt, ið kann tryggja børnunum eitt minstamark av tímum, og harvið tíð saman við vaksnum. 

35 tíma arbeiðsvika samtykkjast. Familjulív og arbeiðslív eiga at ganga hond í hond, og líkt er til, at vit í framtíðini skulu orka at arbeiða fleiri ár enn áður. Eftirlønaraldurin er hækkaður. Tí eigur arbeiðsvikan at styttast soleiðis, at fleiri orka at arbeiða ALT arbeiðslívið. Føroya Pedagogfelag hevur eitt uppskot klárt, ið er eftir sama leisti sum í 1978, tá arbeiðsvikan fór úr 42 tímum niður í 40 tímar. 

Føroya Pedagogfelag ynskir øllum eitt gott val.