Fyrireikingartíð og eftirútbúgving hjá starvsfólkum í dagstovnum í Chicago

Í einum dagstovni í Føroyum eru vanliga ein til tveir ráðleggingardagar um árið. Síðani kunnu einstøk starvsfólk í Føroyum gera avtalu um at sleppa á skeið ella eftirútbúgving antin við løn, og/ella í arbeiðstíð.

Í 2017 vitjaði eg á trimum dagstovnum í Chicago har tey skipa seg sindur øðrvísi. Í teimum trimum dagstovnunum var ein árlig arbeiðsvika, og ein serstøk eftirútbúgvingarskipan, sum var galdandi fyri øll starvsfólk.

 

Árliga arbeiðsvikan   

Í Chicago stongdu hesir tríggir dagstovnar um summarið, og síðani byrjaðu øll børn í senn eftir teirra frítíð. Vikuna frammanundan, at børnini byrjaðu, høvdu starvsfólkini eina eyka arbeiðsviku.

Tveir dagar í hesari arbeiðsvikuni høvdu tey skeiðsvirksemi. Onkuntíð vóru tað leiðarar og starvsfólk sum skipaðu fyri hesum tveimum døgunum, og onkuntíð kom ein fyrilestrahaldari uttanfrá. Onkuntíð var tað ein samanseting av báðum.

Tveir aðrir dagar av arbeiðsvikuni nýttu starvsfólkini í hvørjari stovu sær til at leggja ársætlan fyri komandi árið, gera ætlanir um hvat nýtt tilfar og leikur skuldi keypast, gera møguligar broytingar í fysiska umhvørvinum í stovuni, og gera ymiskt annað klárt til nýggj børn – t.d. seta navnaskeltir upp.

Seinasta dagin í arbeiðsvikuni høvdu starvsfólkini ein fyrireikingardag sum tey nýttu hvør sær til hvat tey hildu hava týdning fyri tey. Onkur fór á skeið. Onkur las okkurt heima. Onkur royndi okkurt nýtt handaligt virksemi, ið tey møguliga ætlaðu at nýta til dagstovnabørnini komandi árið.

Beinanvegin í mínum vitjanum legði eg til merkis, at talið av leiðarum var hægri enn í Føroyum. Til ein dagstovn við 90 børnum vóru tríggir leiðarar. Ein høvuðsorsøk til, at tað eru fleiri leiðarar, er tí amerikanskir dagstovnar skulu sjálvir útvega fígging frá statsligum ella federalum grunnum, og grunnum hjá feløgum og virkjum, ið vilja stuðla dagstovnavirksemi. Staturin vil t.d. fremja, at fleiri litt børn fáa dagstovnatíð – so um vísast kann á, at stovnurin hevur fleiri litt børn, og vil taka enn fleiri inn, so kundi hann fáa úr eini pulju av pengum frá statinum, soleiðis at hesi littu foreldur ikki skuldu gjalda so nógv í dagstovnagjaldi. Eitt dagstovnapláss í USA kostar aloftast millum 7000-10000 kr. um mánaðin (og teirra løn er lægri enn okkara!). Men so er eisini áhugavert at nevna, at tilsamans koma ímiðal  65% av pengunum í USA til dagstovnar frá ymiskum grunnum, ið t.d. vilja fremja at fleiri litt og fátæk børn fáa góða menning, ella t.d. frá einum virkisgrunni, ið vil fremja tøkniligar førleikar hjá børnum í einum býarparti, tí teirra tøknifyritøka hevur hásæti har.

 

Eftirútbúgvingarskipan

Í eftirútbúgvingarskipanini hjá hesum trimum dagstovnum var ásett, at hvørt starvsfólk skuldi støðugt eftirútbúgva seg. Hetta var krav frá statinum fyri at tey kunnu virka við góðkenning frá statinum, og somuleiðis kravdu nógvir grunnar, at starvsfólkið var undir støðugari eftirútbúgving.

Chicago liggur í statinum Illinois, og í Illinois hevur staturin ment eina internet-skipan, sum skrásetur allar eftirútbúgvingartímar. Skipanin eitur Gateways. Starvsfólk skulu í minsta lagi nýta 15 tímar til eftirbúgving hvørt ár, umframt árligu arbeiðsvikuni aftaná summarfrítíðina á hvørjum dagstovni.

Í Gateways eru ymiskir høvuðsbólkar av evnum sum gevur einstaka starvsfólkinum yvirlit innan hvørji evnir hon/hann tekur sína eftirútbúgving í. Tað kann vera, at eitt starvsfólk vil útbúgva seg breitt innan fleiri høvuðsevni ella ynskir at gerst serkøn/ur í einum øki.

Um øll starvsfólkini hava givið dagstovnaleiðaran atgongd til teirra einsæris eftirútbúgvingarskráseting, so sær dagstovnaleiðarin hvat starvsfólk er serkønt í hvørjum evni, og dagstovnaleiðarin sær, um hon/hann vantar onkrar ávísar førleikar í mun til sín dagstovn. Síðani kann dagstovnaleiðarin eggja nøkrum av starvsfólkunum at taka skeið innan hesi evnir, ella tá hon/hann setur nýggj fólk í starv, so verður hugt serliga at starvsfólki, ið hava júst hesa vitan dagstovnurin vantar.

Gateways bjóðar sjálvt ymiska eftirútbúgving á alnetinum, og so góðkennir Gateways eisini skeiðshaldarar, skeiðsstøð, fróðskaparsetur og onnur, sum kunnu útgeva Gateways skrásetingar fyri síni skeið. Gateways góðkennir lýsing av skeiðum og ger eina dygdargóðkenning. Dygdarmetingin verður gjørd út frá skrivliga tilfarinum um skeiðið, men eisini útfrá eftirmetingum, sum starvsfólk gera inni á Gateways hvørja ferð tey hava tikið eitt skeið. Harafturat kann Gateways koma ófráboðað út og gera eitt eftirlit av skeiðinum.

Gateways hevur sjálvt nøkur skeið á heimasíðuni, ið brúkarar av skipanini kunnu taka ókeypis. Gateways-skipanin krevur, at starvsfólkini taka nøkur ávís skeið regluliga. T.d. verður kravt at eitt tveir-tímar skeið í barnafyrstuhjálp verður tikið annað hvørt ár. Eisini eru onnur eitt-tíma skeið sum skulu takast eina ella fleiri ferðir. Síðani eru tað starvsfólkini sjálvi, sum avgera hvat fyri skeið restin av teimum 15 árligu tímunum verða brúktir til, har dagstovnar av og á gjalda og/ella geva tíð til skeið (í nøkrum førum velur ein dagstovnur nøkur ávís skeið, ið man kann fáa ókeypis og/ella tíð til).

Harafturat er tað møguligt – og ikki óhoyrt – at nøkur starvsfólk nýta egnan pening og tíð til nøkur skeið, sum dagstovnurin ikki betalir ella gevur tíð til. Til endans skal eisini viðmerkjast, at nøkur starvsfólk taka fleiri skeið enn teir kravdu 15 tímarnir árliga.

Hendan skipanin við kravdari støðugari eftirútbúgving byggir á eina hugsjón um, at vitanin um børn í dagstovnaaldri, og um dagstovnapedagogik, mennist allatíðina, og tí er neyðugt at starvsfólk fáa dagførda vitan.

 

Endi

Tað er eyðsæð, at umstøðurnar fyri dagstovnum eru heilt øðrvísi í einum samfelagi við øðrvísi samfelagsskipan og søgu, enn vit hava í Føroyum. Eisini vil talið og breiddin av evnum til skeið verða øðrvísi í einum so stórum landi sum USA.  Men tó meti eg, at vit kunnu nýta eina lýsing av eini heilt øðrvísi skipan til at hugsa um okkara egnu skipan.

Lat meg til endans nevna eitt fyribrigdi sum er heilt øðrvísi enn tað eg kenni til í Føroyum. Í teimum dagstovnunum, eg vitjaði í Chicago, svóvu børn til og við 5 ára aldur í 2 tímar hvønn dag í dagstovninum. Tað kann tykjast leingi at børn sova so nógv, men her skal kanska viðmerkjast, at restina av degnum fyriskipaðu starvsfólkini ofta nógv virksemi við børnunum, so kanska børn vóru móð og høvdu brúk fyri hesum tveimum tímum einsamøll, har tey lógu og hvíldu seg (um tey ikki svóvu fullu tveir tímarnar, so lógu tey har).