Stovnandi fundur var í Pedagogfelagnum týskvøldi av fyrsta áhugabólkinum. Ein áhugabólkur ið vil varpa ljós á “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”. Longu nú hava nógvir limir melda seg í bólkin.
GMF hjá Kringvarpinum hevur gjørt eina útvarpsfrásøgn frá stovnandi fundinum. Innslagið kann hoyrast á slóðini niðanfyri, 1t 40m inni í sendingini.
Prátað var m.a. við Gyðju Johannesen, Ragnhild Dahl og Sólvá Johannesen um námsfrøðina í Føroyum sædd úr søguligum og samfelagsligum sjónarmiði. Eisini var tosað við Eddu Hjartvarsdóttir, námsfrøðing, og stigtakara av áhugabólkinum “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”.
Rætting til innslagið: Í innslagnum verður sagt, at eitt “felag” er stovnað undir Pedagogfelagnum. Hetta er ikki rætt. Tað er ein áhugabólkur, ið er settur á stovn. Allir limir kunnu stovna áhugabólk. Vegleiðing er á heimasíðuni.