Gott, at tey smæstu eisini eru í tonkunum hjá politikkarunum

Í miðlunum seinastu tíðina hava ymiskar ábendingar verið um, at tey smæstu børnini eru í huganum hjá politikkarunum á tingið og í landsstýrinum.

Almannamálaráðið er farið undir at fyrireika okkurt lógaruppskot, ið skal gera tað møguligt hjá børnunum at vera longri heima og minni á dagstovni.

Sum fakfólk á økinum heilsa vit tonkunum vælkomnum. Leingi hava vit eftirlýst eitt veruligt kjak um umstøðurnar hjá okkara minstu.

Onkur hevur eisini drigið onkrar niðurstøður um vaksandi sertørv og víst á, at kanska verður kravt ov nógv av okkara ungu barnafamiljum, soleiðis at hesi ikki hava nóg góðar stundir til familjuna.

Her skuldi verið grundarlag fyri at tikið eitt veruligt samfelagsligt kjak um, hvussu vit á besta hátt fáa loftað avbjóðingunum, sum nútíðarsamfelagið hevur rent seg í. Serstakliga, tá talan er um barnafamiljurnar.

Nógva kjakið í seinastuni ber brá av, at fleiri í politisku skipanini halda, at barsilsskipanin eigur at bøtast uppá. Loysnin hjá summum er, at hetta skal fíggjast við at taka upphæddir, ið samsvara við “dagstovnaútreiðslur” frá kommununum og leiða tær inn í eina nýggja barsilsskipan.

Fyri okkum at síggja eru nakrar avbjóðingar við hesum, tí dagstovnaútreiðslurnar kunnu vera ymiskar frá kommunu til kommunu, og eingin áseting er um, hvørjar útreiðslur eiga at vera í einari dagstovnaskipan. Her skuldi sum minsta krav verið, at ein minimums normering bleiv ásett við lóg, fyri at tryggja eitt minstamark av vaksnum sambandi á dagstovninum. Um heimagangandi børn skulu fáa somu upphædd, sum tað kostar einari kommunu at hava barnið á stovni, verður tað ov freistandi hjá kommunum, at spara uppaftur meira, enn tær longu gera á økinum.

Dagstovnalógin ásetur, at børnini skulu hava ein innihaldsríkan dag við ávísum mennandi innihaldi, men gevur einstøku kommununum rættuliga víðar karmar  í mun til, hvussu tær skulu røkka hesum. Um fólkaskúlin varð skipaður á sama hátt høvdu øll skilt, at her var okkurt galið. Tí hóast lógin ásetur at landsstýrismaðurin hevur evstu ábyrgdina, so er ivasamt um eftirlitsskyldan verður hildin.

Vit koma heldur ikki uttanum, at dagstovnurin er ein týðandi partur av “integratións” arbeiðinum, tá ið talan er um børn hjá foreldrum av øðrum enn føroyskum uppruna. Eins og dagstovnurin eisini kann vera bjargingin hjá sosialt útsettum børnum. Hesi mugu tí eisini finnast ein loysn fyri.

Um politikkarar veruliga ynskja at bøta um viðurskiftini hjá okkara smæstu børnum, er eisini ein annar háttur at hjálpa – miðjað kundi verið ímóti at stytta arbeiðsvikuna. Á tann hátt høvdu flest foreldur havt stuttan arbeiðsdag og harvið betri stundir til familjuna. Ímynda vit okkum, at arbeiðsvikan varð stytt við trimum tímum fyri hvønn vaksnan, hevði tað í einum parlagi merkt seks tímar meira til familjuna um vikuna.

Tað er neyðugt at viðgera umstøðurnar hjá okkara minstu. Føroya Pedagogfelag vil fegið vera við í viðgerðini og kjakinum um hvussu vit kunnu tryggja okkara minstu eina góða byrjan uppá lívið.